Lurta

Frádráttur

Frádráttur er ein upphædd, sum stavar frá einari ávísari útreiðslu, tú hevur havt, og sum tú kanst draga frá tíni skattskyldugu inntøku, áðrenn skatturin verður roknaður. Hetta ger, at tú rindar minni í skatti.

Frádráttarsløg

Barnafrádráttur

Barnafrádráttur er upphædd, sum foreldur at børnum undir 18 ár kunnu draga frá í skattauppgerð síni, um tey lúka ávísar treytir.

Eftirlønarfrádráttur

Hevur tú rindað skatt og síðan goldið til eftirløn, sum verður skattað við inngjald? So kanst tú draga inngjaldið frá í skattinum. Hetta kalla vit eftirlønarfrádrátt.

Fiskiveiðufrádráttur

Fiskiveiðufrádráttur er ein frádráttur á 14%, ið tú sum fiskari kanst draga frá samlaðu hýruni upp til 470.000 kr, áðrenn skatturin verður roknaður.

Føroyafrádráttur

Føroyafrádráttur er skattafrádráttur, sum føroysk lesandi í Danmark kunnu fáa, um tey arbeiða við síðuna av lesnaðinum.

Hjúnafrádráttur

Hjúnafrádráttur loyvir hjúnum at flyta botnfrádrátt upp til kr. 30.000 sínámillum, um annað hjúnið tjenar minni enn hetta.

Ítróttafrádráttur

Ítróttafrádráttur er ein skattafrí samsýning, sum ítróttafeløg kunnu geva hjálparfólkum sínum fyri arbeiði teirra í felagnum.

Lærlingafrádráttur

Lærlingafrádráttur er upphædd á í mesta lagi 50.000 kr. um árið og verður drigin frá inntøkuni hjá lærlingum, áðrenn skatturin verður roknaður.

Pensjonistafrádráttur

Pensjonistafrádráttur er árligur skattafrádráttur til fólkapensjonistar. Skipanin hevur verið galdandi síðan 1. januar 2020.

Samdøgursfrádráttur

Samdøgursfrádráttur er ein kompensatión, ið verður latin aftur fyri meirútreiðslur, sum standast av at skula arbeiða uttanlands.

Uttanlandsfrádráttur

Uttanlandsfrádráttur er ein frádráttur á 30%, ið tú sum uttanlandsarbeiðandi við fullari skattskyldu í Føroyum draga frá uttanlandsinntøku tíni, áðrenn skatturin verður roknaður.

Spurningar?

Hygg í vegleiðingina at geva upp skatt

Spyr kundatænastu okkara

  • Ring 35 26 00 ella kom inn á gólvið á Smyrilsvegi 20 í Havn. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 12.

Tú kanst eisini altíð

  • skriva til taks@taks.fo,
  • bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja teg upp aftur,
  • spyrja Eyð Eið, kjattbottin hjá TAKS. Klikk á hana niðast til høgru á síðuni. Gev gætur, at svarini hjá Eyð Eið eru vegleiðandi. Spyr kundatænastuna, um tú ivast.

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.