Hevur TAKS sent tær eina skattauppgerð fyri 2025?
- Kanna, um uppgerðin er røtt
- Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira, tí so rindar tú rættan skatt
- Er hon skeiv, skalt tú broyta hana og senda hana aftur til TAKS
- Les um skattauppgerð
Hevur TAKS sent tær eina skattauppgerð fyri 2025?
Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn sjálvuppgávu fyri 2025?
Hevur TAKS sent tær kapitalvinningsuppgerð fyri 2025?
Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2025?
Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi ella leigar út, skalt tú lata inn roknskap.
Hevur tú roknskaparskyldu, skalt tú lata inn ognaruppgerð.
Hevur tú ikki roknskaparskyldu, skalt tú kortini lata inn ognaruppgerð, um tú hevur ognir og antin ikki hevur latið inn ognaruppgerð áður, ella um broytingar hava verið í ognum tínum síðan seinastu innlatnu uppgerð.
Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta tín Borgaraglugga.
Vel Grundupplýsingar/fulltrúir > Fulltrúir
Freistin er 4. mai 2026.
Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.