Frádráttur fyri tap
Tap av virðisbrøvum kann bert dragast frá kapitalvinningsskatti, ikki frá persónsskatti. Hevur tú tap, men ongan kapitalvinningsskatt at draga tað frá, kanst tú flyta tapið fram til komandi ár. Tað er eingin tíðaravmarking, og tú kanst flyta tað, til alt tapið er brúkt.
Tap kann koma, tá tú selur virðisbrøv fyri minni, enn tú keypti tey fyri, ella tá virðisbrøvini verða niðurskrivað. Hevur tú keypt í fleiri umførum, veldst úrslitið um, nær og fyri hvønn prís tú keypti. Minnist tú ikki keypsprísin, kanst tú fáa upplýsingarnar frá peningastovninum, har tú keypti brøvini.
Frádráttur fyri rentur
Hevur tú fíggjað virðisbrøv við láni, sum er tikið áðrenn 1. januar 2017, kanst tú draga renturnar frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Hevur tú fleiri rentuútreiðslur, enn tú kanst nýta í ár, kanst tú flyta restina fram til næsta ár í upp til fimm ár.
Tú kanst gera broytingar trý ár aftur
Vilt tú broyta kapitalvinningssjálvuppgávuna, skalt tú lata nýggjar upplýsingar inn innan trý ár eftir lokið inntøkuár. Hevði tú til dømis tap í 2023, skalt tú lata upplýsingarnar inn í seinasta lagi 31. desember 2026.
Sama er við rentuútreiðslum. Eru útreiðslurnar fyri eitt ár ikki skrásettar aftan á trý ár, fellur frádráttarrætturin fyri hetta árið burtur.