Ein kapitalvinningsuppgerð er eitt yvirlit yvir upplýsingar, sum TAKS hevur um skattaviðurskifti tíni í sambandi við rentuinntøkur, vinningsbýti, virðisbrøv o.a. síðsta ár.
Kapitalvinningsuppgerðin vísir:
- hvør skattskyldiga inntøkan var
- hvønn frádrátt tú hevði
- hvussu nógv tú rindaði í kapitalvinningsskatti
- um skatturin passaði, ella um tú fært írestandi skatt (skalt rinda meira) ella avlopsskatt (fært skatt afturgoldnan)
Tú fært uppgerðina frá TAKS í mars. Hon kemur í Borgaragluggan, Mínboks ella postkassan.