Lurta

Meira um Borgaragluggan

Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Við honum hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7.

Ritað verður inn á Borgaragluggan við Samleikanum

Samleikin er innritanarskipan til tænastur hjá bankum, kommunum og almennum stovnum, eitt nú til Borgaragluggan hjá TAKS. Til at fáa Samleikan, skal man hava fylt 13 og hava føroyskt p-tal.

Hevur tú Samleikan?

> Rita inn á Borgaragluggan

Hevur tú ikki Samleikan?

> Fá tær Samleikan

Á Borgaraglugganum kanst tú avgreiða nógv

Til dømis:

  • sjálvuppgávu
  • rentustuðul til lestrarlán
  • rentustuðul til bústaðarlán
  • stuðul til dupult húsarhald
  • kapitalvinningssjálvuppgávu
  • broyta skattauppgerðir trý ár aftur í tíð
  • broyta kontunummarið til frítíðarløn og avlopsskatt

Tú kanst eisini síggja nógvar av sínum týdningarmiklu upplýsingum, eitt nú:

  • eftirløn
  • frítíðarløn
  • lønaryvirlit
  • grundupplýsingar
  • eldri skattauppgerðir
  • yvirlit yvir ogn og skuld

Borgaragluggin riggar best í Chrome, Edge og Firefox

Vit mæla til at nýta ein av hesum browsarum, tá ið ritað verður inn.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva fulltrúina á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 24. apríl. 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.

Tú kanst velja, um fulltrúin skal galda í eitt, tvey ella trý ár

Velur tú fleiri ár, sleppur tú undan at endurnýggja fulltrúina hvørt ár.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.