Nær verður avlopsskatturin útgoldin?
Svar: Avlopsskatturin verður útgoldin 23. mars.
> Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Kann eg ringja til TAKS fyri at vita, um eg fái pengar aftur í skatti?
Svar: Nei.
Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki slíkar upplýsingar, hvørki um telefon ella teldupost.
Upplýsingarnar liggja á Borgaraglugganum og í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv í postkassan ein av døgunum frá 9. til 13. mars.
Kann eg broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Svar: Ja.
Ger tað við telduposti ella á Borgaraglugganum.
Við telduposti er freistin 15. mars á midnátt
- Skriva nýggja kontunummarið á eitt skjal og skriva undir
- Skanna ella avmynda skjalið og send til taks@taks.fo
Á Borgaraglugganum er freistin 19. mars klokkan 16
- Rita inn á Borgaragluggan
- Vel Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar > Broyt peningastovnskontu
- Fyll út og send