Ein ognaruppgerð er eitt yvirlit yvir ognir tínar, og hvat tær eru verdar. Til dømis hús, virðisbrøv, akfør og virðismikil listarverk.
Lata inn ognaruppgerð skal tann, sum:
- hevur roknskaparskyldu
- hevur ognir, og ikki hevur latið inn ognaruppgerð áður
- hevur havt broytingar í ognum sínum í mun til seinast innlatnu uppgerð