Lurta

Sjálvuppgáva

Skalt tú lata inn sjálvuppgávu fyri 2025? Innlatingarfreistin er 4. mai 2026.

Her fært tú vegleiðing um sjálvuppgávuna.

Hvat er ein sjálvuppgáva, og hvør skal lata sjálvuppgávu inn?

Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum tú sendir TAKS við upplýsingum um inntøku og frádrátt farna árið. Út frá hesum roknar TAKS, hvussu nógv tú skalt rinda í skatti.

Lata inn sjálvuppgávu skal tann, sum:

  • leigar út
  • er sjálvstøðugt vinnurekandi
  • hevur uttanlandsinntøku og fulla skattskyldu í Føroyum, ella sum
  • vil rætta skattauppgerð sína fyri 2025

Hoyrir tú ikki til ein av hesum bólkum, skalt tú ikki lata inn sjálvuppgávu.

TAKS sendir tær bræv, tá klárt er at lata sjálvuppgávuna inn

Brævið kemur:

  • í Borgaragluggan 3. mars
  • í Mínboks 4. mars
  • í postkassan 9.-13. mars

Í postkassan kemur tað bert, um tú ikki brúkar Mínboks.

Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum

Soleiðis gert tú

  • Rita inn á gluggan
  • Vel Sjálvuppgávan > Fyll út sjálvuppgávu
  • Fyll út og viðheft viðkomandi skjøl
  • Lat inn

Kanst tú ikki nýta Borgaragluggan, kanst tú lata inn manuelt

  • Heinta skjalið Sjálvuppgáva 2025 undir oyðubløðum her á síðuni
  • Fyll út og viðheft viðkomandi skjøl
  • Lat inn:
    • við teldubrævi til taks@taks.fo ella
    • við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn

Gev gætur

Skalt tú lata inn roknskap, mást tú lata inn á Borgaraglugganum.

Vegleiðing at fylla sjálvuppgávuna út

Um tú ivast í,  hvørjir teigar skulu útfyllast, og hvørji skjøl skulu viðheftast, kanst tú klikkja á leinkini niðanfyri og fáa vegleiðing um, hvussu tú skalt gera:

Lat rætt og rættstundis inn

Innlatingarfreistin er 4. mai 2026

Tað kann geva sekt og meirskatt, um tú letur inn ov seint ella ikki tekur alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Tú kanst søkja um longda innlatingarfreist

Tað skal vera ein serlig orsøk, eitt nú sjúka, og tú mást ikki skylda aðrar sjálvuppgávur. Send eina skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Spurningar?

Hygg í vegleiðingina at geva upp skatt

Spyr kundatænastu okkara

  • Ring 35 26 00 ella kom inn á gólvið á Smyrilsvegi 20 í Havn. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 12.

Tú kanst eisini altíð

  • skriva til taks@taks.fo,
  • bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja teg upp aftur,
  • spyrja Eyð Eið, kjattbottin hjá TAKS. Klikk á hana niðast til høgru á síðuni. Gev gætur, at svarini hjá Eyð Eið eru vegleiðandi. Spyr kundatænastuna, um tú ivast.

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.