Ein skattauppgerð er eitt yvirlit yvir upplýsingar, sum TAKS hevur um skattaviðurskifti tíni farna árið. Tá ið árið er úti, sendir TAKS tær uppgerðina, vanliga fyrst í mars.
Skattauppgerðin vísir:
- hvussu stór tín skattskyldiga inntøka var farna árið
- hvønn frádrátt tú hevði
- hvussu nógvan skatt tú rindaði
- um skatturin passaði, ella um tú fært írestandi skatt ella avlopsskatt
Írestandi skattur og avlopsskattur
Írestandi skattur er skattur, sum tú sambært skattauppgerðini hevur goldið ov lítið farna árið. Írestandi skattur verður eisini kallaður restskattur. Tú rindar hann við rokning, sum TAKS sendir tær.
Avlopsskattur er skattur, sum tú sambært skattauppgerðini hevur goldið ov nógv farna árið. Avlopsskattur verður fluttur á lønarkontu tína mánadagin, 23. mars 2026.