Lurta

Uttanlandsinntøka

Uttanlandsinntøka er inntøka, sum tú hevur uttanlands, samstundis sum tú hevur fulla skattskyldu í Føroyum.

Hevði tú uttanlandsinntøku í 2025, skalt tú skráseta bæði inntøku og møguligan frádrátt á eitt fylgiskjal til sjálvuppgávuna. Fylgiskjalið skal latast inn saman við sjálvuppgávuni.

Innlatingarfreistin er 4. mai 2026.

Upplýsingarnar skulu tastast inn á Borgaraglugganum

Soleiðis gert tú

  • Rita inn á gluggan
  • Vel Sjálvuppgávan > Fyll út sjálvuppgávu
  • Fyll út og viðheft viðkomandi skjøl
  • Lat inn

Kanst tú ikki nýta Borgaragluggan, kanst tú lata inn manuelt

  • Heinta skjalið Sjálvuppgáva 2025 undir oyðubløðum her á síðuni
  • Fyll út og viðheft viðkomandi skjøl
  • Lat inn:
    • við teldubrævi til taks@taks.fo ella
    • við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn

Gev gætur

Skalt tú lata inn roknskap, mást tú lata inn á Borgaraglugganum.

Upplýs, um tú hevur goldið skatt av inntøkuni uttanlands

Í Føroyum fært tú frádrátt fyri henda skatt, í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.

Fiskimenn við norðurlendskum skipum

Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki nevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri meirútreiðslur av at arbeiða uttanlands.

Ert tú við øðrum skipi?

Klikk á "Útisiglarar" undir leinkjum her á síðuni og les um skattaviðurskiftini hjá tær.

Norðurlendskar sosialveitingar

Norska Folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar, ið koma undir norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, verða viðgjørdar sum skattur. Á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp sum goldin skattur uttanlands. So rindar ein møguliga tað minni í Føroyum.

Samdøgursfrádráttur

Til samdøgursfrádráttin skal dagatalið gevast upp. Dagatalið fevnir um dagar í arbeiðsørindum uttanlands og ferðadagar til og frá arbeiðsstaði. Samdøgursfrádráttur er ikki galdandi fyri inntøku, sum hoyrir undir § 25 b, stk. 1, í skattalógini.

Les meira um samdøgursfrádrátt undir leinkjum.

Fríir ágóðar eru ofta skattskyldigir

Fríir ágóðar eru ókeypis sersømdir, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki í sambandi við arbeiði, t.d. fríur kostur og fríur bústaður.

Hevur tú í sambandi við uttanlandsarbeiði fingið slíkar ágóðar, skulu teir við í sjálvuppgávuna. Hevur arbeiðsgevarin goldið fyri teir, sæst hetta møguliga á lønarseðlunum.

Les meira um fríar ágóðar undir leinkjum. Har sær tú eisini talvu yvir virðini, ið sett eru á ymsar ágóðar. Talvan eitur Árligar virðisásetingar hjá TAKS.

Soleiðis verður arbeiðsútleigan skattað

Arbeiðsútleigan til Norðurlond

Arbeiðsútleigan til Norðurlond verður skattað sum lønarinntøka. Sum løntakari skalt tú geva hana upp, eins og tú skalt geva upp vistarhald, sum arbeiðsgevarin hevur rindað fyri.

Arbeiðsútleigan, har leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum

Um leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum, rindar hann lønina og avroknar skatt í landinum, har arbeiðið er gjørt (arbeiðslandinum).

Víðariútleigan til triðjaland

Ert tú sum løntakari útleigaður til Norðurland, og arbeiðsgevarin sendir teg víðari til triðjaland, skalt tú gjalda skatt í Føroyum. Tú fært frádrátt, um tú hevur goldið skatt til triðjalandið.

Skriva upphæddir í viðkomandi útlendska gjaldoyra

Hetta er galdandi fyri bæði inntøku, skatt, ágóða, eftirlønargjald o.a.

Nýt árligan miðalkurs ella dagskurs

  • Nýtir tú árligan miðalkurs, gang eftir talvuni yvir miðalkurs undir leinkjum.
  • Nýtir tú dagskurs, viðlegg yvirlit og útrokning við dagskursi fyri hvørja lønarútgjalding sær.

Á Borgaraglugganum verður miðalkursurin innlisin sjálvvirkandi.

Lat rætt og rættstundis inn

Innlatingarfreistin er 4. mai 2026

Tað kann geva sekt og meirskatt, um tú letur inn ov seint ella ikki tekur alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Tú kanst søkja um longda innlatingarfreist

Tað skal vera ein serlig orsøk, eitt nú sjúka, og tú mást ikki skylda aðrar sjálvuppgávur. Send eina skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Spurningar?

Hygg í vegleiðingina at geva upp skatt

Spyr kundatænastu okkara

  • Ring 35 26 00 ella kom inn á gólvið á Smyrilsvegi 20 í Havn. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 12.

Tú kanst eisini altíð

  • skriva til taks@taks.fo,
  • bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja teg upp aftur,
  • spyrja Eyð Eið, kjattbottin hjá TAKS. Klikk á hana niðast til høgru á síðuni. Gev gætur, at svarini hjá Eyð Eið eru vegleiðandi. Spyr kundatænastuna, um tú ivast.

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.