Lurta

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Um skattauppgerðin vísir, at tú fært avlopsskatt, tað vil siga at tú fært pengar aftur frá TAKS, verða pengarnir fluttir á kontu mánadagin 23. mars.

Vilt tú broyta kontunummarið, sum pengarnir verða fluttir á, skalt tú senda nýggja nummarið til TAKS. Send tað við telduposti ella  á Borgaraglugganum.

Við telduposti er freistin 15. mars
  • Skriva nýggja kontunummarið á eitt skjal og skriva undir
  • Skanna ella avmynda  skjalið og send tað til taks@taks.fo
Á Borgaraglugganum er freistin 19. mars klokkan 16
  • Rita inn á gluggan
  • Vel Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar > Broyt peningastovnskontu
  • Fyll út og send
Fortel meira um Borgaragluggan

Hey, eg eiti Eyð Eið og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.