Skriva út

At varðveita fulla skattskyldu í Føroyum

Lesur tú uttanlands, fært tú við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum somu skattafyrimunir sum heimalesandi, tá ið tú t.d. kemur heim at arbeiða í feriunum.

Hvørjir eru fyrimunirnir við fullari skattskyldu?
  • Tú rindar ikki skatt av teimum fyrstu 30.000 kr. og bert kommunuskatt av teimum næstu 35.000 kr.
  • Inntøkan tað árið, ið tú frá- og tilflytir, verður ikki upproknað, og tú fært minni í skatti.
Hvør hevur rætt til fulla skattskyldu?

Fyri at kunna varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skal ein hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár. Harumframt skal ein vísa fram lestrarkort ella aðra váttan frá skúlanum.

Hvussu søkir ein um fulla skattskyldu?

Vilt tú varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú senda TAKS eina umsókn um hetta. Tú finnur hana undir snarslóðum. Tað er ikki neyðugt at boða frá á hvørjum ári, at tú ert lesandi, men henda broytingar í útbúgvingini, ella tú gevst at lesa, so skal hetta fráboðast TAKS.

Avmarkað skattskylda

Velur tú ikki at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, hevur tú avmarkaða skattskyldu, um tú kemur heim at arbeiða eina tíð. Tá rindar tú skatt av øllum tí partinum av inntøkuni, sum tú forvinnur í Føroyum.

Skatturin fyri avmarkaða skattskyldu er 42% og 3,0% til arbeiðsmarknaðareftirlønargjald. Tú kanst rokna skattin hjá tær við skattaroknaranum hjá okkum. Tú finnur hana undir snarslóðum.