Til dømis:
- privatfólk, sum leiga út sjálv ella gjøgnum Airbnb, Ból & Bita og tílíkar tænastur
- gistingarhús, vallaraheim, kampingpláss, tjaldingarpláss og líknandi
- havnarmyndugleikar, ið taka gjald fyri atløgupláss hjá vitjandi stuttleikabátum
Frá 1. februar 2026 skulu gistingarveitarar krevja inn burðardygdargjald frá ferðafólki, sum er 16 ár ella eldri, og sum rindar fyri gisting í Føroyum.
Gjaldið er 20 krónur fyri náttina, tó í mesta lagi 200 krónur til samans fyri hvørt ferðafólk.
Til dømis:
Burðardygdargjaldið skal leggjast aftur at kostnaðinum fyri gistingina og síðan krevjast inn í sambandi við antin bílegging, komu ella fráferð. Tað er upp til tann einstaka útleigaran at avgera, nær gjaldið verður innkravt.
Burðardygdargjaldið skal avroknast við TAKS:
Síðsta freist at avrokna er við innlating av sjálvuppgávuni næsta ár, tað er í 2027.
Tá skal upplýsast samlaða upphæddin, sum er innkravd frá 1. februar 2026, og uppgerð yvir innkrevjingar skal viðfestast.
Gev gætur, at til ber ikki at avrokna enn. TAKS arbeiðir við at gera loysnirnar klárar.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.