Skattareglurnar í FAS eru einfaldar og greiðar.
- Manning við fullari skattskyldu í Føroyum rindar 35% í skatti av hýruni.
- Útlendingar, sum arbeiða á FAS-skipum, rinda somuleiðis 35% í skatti.
- Hýra á útlendskum skipi, sum verður leigað uttan manning av føroyskum reiðaríi, og sum lýkur treytirnar í FAS, verður eisini skattað 35%.
- Harumframt verður goldið arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigu inntøkuni.