Skriva út

Fiskiveiðuinntøka uttanlands

Fiskiveiðuinntøka uttanlands er skattskyldig eftir § 25a í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 14% dragast frá inntøku upp til 470.000 kr., tó í mesta lagi 65.800 kr.

Fiskimenn við norðurlendskum skipum

Føroyingar, ið sigla við norðurlendskum fiskiskipum, skulu gjalda allan skattin í Føroyum. Føroyingar, sum fara við norðurlendskum fiskiskipum, skulu lata landinum, haðan skipið er, eina váttan um skattskyldu í Føroyum og sleppa síðan undan at gjalda skatt í arbeiðslandinum. Váttanin fæst við at venda sær til TAKS.

Fiskimenn við grønlendskum skipum

Føroyingar, ið sigla við grønlendskum fiskiskipum, skulu geva inntøkuna upp í Føroyum, men gjalda bert skatt í Grønlandi av inntøkuni. Í Føroyum verður kravt gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, 3% av skattskyldigu inntøkuni, gjald til Heilsutrygd og eftirløn.

Fiskimenn við øðrum skipum

Fiskimenn við øðrum skipum enn norðurlendskum og grønlendskum skulu skattast í Føroyum av inntøkuni. Er skattur goldin uttanlands, verður frádráttur givin í føroyska skattinum fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi upp til tað skattaprosent, sum rindað verður í Føroyum.

Skattur og frádráttur

Norðurlond

Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 14% dragast frá inntøku upp til 470.000 kr., tó í mesta lagi 65.800 kr. Vanligur skattur skal gjaldast av restini. Fiskimaður hevur rætt til samdøgursfrádrátt.

Onnur lond

Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.

Serskilt v-tal til fiskimenn

Fiskimenn kunnu søkja um eitt serskilt v-tal fyri at skatta inntøkuna í fyribilsárinum. Skipanin virkar á tann hátt, at fiskimaðurin flytur løn sína gjøgnum lønarportalin, so hvørt sum hon kemur á kontu.

Tá ið lønin fer um skipanina, eftirheldur TAKS skatt, arbeiðsmarknaðareftirlønargjald og heilsutrygdargjald. Gjald til ALS og barsilsgrunn verður ikki trekt. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at skráseta seg hjá hesum grunnum.​

Neyvari frágreiðing verður givin, tá skrásetingarskjalið til serskilt v-tal til persónar er innlatið og góðkent. Tú finnur skjalið undir oyðubløðum her á síðuni. Tað eitur Skrásetingarskjal til serskilt v-tal, persónar.