Lurta

Fyribilsskattaskráseting

Fyribilsskattaskráseting er tað at geva TAKS boð um broytingar í inntøku ella frádrátti, sum TAKS ikki frammanundan veit um. Tað kann til dømis vera, at tú fært løn uttan fyri skattaskipanina, ella at fíggjarliga støðan hjá tær broytist, so at ein áður gjørd fyribilsskattaskráseting ikki longur er røtt.

Við at dagføra tínar upplýsingar tryggjar tú, at tú rindar rættan skatt.

Fyribilsskattaskráseting kann gerast upp á tveir mátar

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn
  • Vel Sjálvuppgávan > Fyribilsskattaskráseting > Fyribilsskráseting (árstal)
  • Fyll út og send

Við oyðublaði

Heinta oyðublaðið Fyribilsskattakráseting, fyll út og send við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Hvat ger TAKS við upplýsingarnar?

TAKS skrásetir tær í telduskipanini hjá sær og roknar so nýggja skattin út. Hann rindar tú mánaðarliga við inngjaldskorti, sum tú fært sendandi.

Um virksemið heldur uppat

Um tú gevst við virkseminum mitt í árinum, skalt tú meta um nettovinningin frá ársbyrjan og fram til upphathaldið. Hesa meting sendir tú til TAKS við eini fyribilsskattaskráseting.

Tú skalt eisini boða frá, at virksemið heldur uppat. Tað gert tú við oyðublaðnum Frámeldingarskjal til Vinnuskránna.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.