Lurta

Heilsutrygd

Heilsutrygd er almenna føroyska heilsutrygdarskipanin, sum er við til at rinda fyri tær tænastur, vit fáa frá heilsuverkinum. Øll, ið eru fylt 18 og búgva í Føroyum, gjalda til skipanina.

Gjaldið er 175 kr. um mánaðin + 0,7 % av skattskyldugu inntøkuni

TAKS krevur gjaldið inn. Tað verður gjørt sjálvvirkandi ella við rokning.

Sjálvvirkandi

  • Hevur tú A-inntøku, fer gjaldið sjálvvirkandi av inntøkuni, áðrenn hon kemur á kontu.

Við rokning

  • Hevur tú ikki A-inntøku, ella er hon lítil, fært tú rokning frá TAKS annanhvønn mánað.

Fært tú rokning, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda gjaldið sjálvvirkandi. Vel “Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS” undir leinkjum fyri at síggja, hvussu tú gert.

Frítøka frá heilsutrygdargjaldi

Arbeiðir tú í øðrum Norðurlandi og rindar fyri heilsutrygd (sosiala trygging) har, kanst tú søkja um frítøku frá at rinda í Føroyum.

Fyri at verða frítikin skalt tú:

  • búgva í Føroyum
  • hava minni enn 25% av tínum virksemi her
  • skjalprógva heilsutrygdargjaldið, sum tú rindar í hinum Norðurlandinum
  • ikki hava fleiri arbeiðsgevarar í viðkomandi landi ella arbeiða í fleiri londum

Síggj neyvari treytir í kunngerð um undantøku fyri gjaldsskyldu av heilsutrygdargjaldi.

Søk um frítøku á Vanganum

  • Rita inn á Vangan
  • Vel Sjálvgreiðslur > Stuðul og útreiðslur
  • Vel Heilsutrygd > Heilsutrygdargjald - Frítøka

Fráboðanarskylda

Steðgar tú við at rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, hevur tú skyldu at boða Heilsutrygd frá. Kontaktupplýsingar finnur tú á heilsutrygd.fo.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.