Lurta

Hvussu roknar man skatt?

Skattur verður roknaður eftir, í hvørjari kommunu man býr, hvat man tjenar, og um man er limur í fólkakirkjuni. Hetta er kommunuskattur, landsskattur og kirkjuskattur. Til samans avgera teir tín skatt.

Kommunuskattur

Kommunuskattur er skattur, sum man rindar til kommununa, man býr í.

Tær fyrstu 30.000 krónurnar eru skattafríar

Hetta er botnfrádrátturin hjá kommununum, og hann fáa øll.

Síðan er skatturin ymiskur frá kommunu til kommunu. Nógvastaðni millum 19 og 21%. Tað minsta er 16, tað hægsta 21,50.

Tjenar man 50.000 krónur og býr í eini kommunu, har kommunuskatturin er 20%, rindar man 4.000 krónur í kommunuskatti. Hetta er 20% av teimum 20.000 krónunum, sum fara upp um botnfrádráttin.

Kommunuskattur er proportionalur

Tað merkir, at sama skattaprosent er galdandi fyri øll í kommununi, óansæð inntøku. Proportionalur skattur verður eisini kallaður flatskattur.

Býráð og bygdaráð áseta skattin í sínari kommunu

Eitt skattaár røkkur frá 1. januar til 31. desember, og skatturin skal verða ásettur í seinasta lagi 1. desember, áðrenn nýggja skattaárið byrjar.

Vel "Talva yvir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt" undir leinkjum og síggj tín kommunuskatt.

Landsskattur

Landsskattur er skattur, sum man rindar til landið. Til landskassan, sum tað eisini eitur.

Landsskatturin byrjar, tá man tjenar 65.000 krónur ella meira

Tær 65.000 áðrenn eru botnfrádrátturin hjá landinum, og hann fáa øll. Tað merkir, at eingin rindar landsskatt, fyrr enn inntøkan kemur upp á 65.000 krónur.

Landsskatturin er progressivur

Tað merkir, at skatturin veksur stigvíst, tess meira man tjenar. Tá inntøkan kemur upp á 65.000 krónur, rindar man eina fasta upphædd upp til eitt vist og síðan millum 13 til 30% av restini, alt eftir inntøku.

Løgtingið ásetir landsskattin

Ikki árliga sum hjá kommunum, men tá ið Løgtingið heldur, at tørvur er á tí. Landsskatturin varð seinast broyttur 1. januar 2025.

Niðanfyri sæst verandi landsskattur.

Er inntøkan (kr.)men minni enn (kr.)verða latnar (kr.)av (kr.)og av restini (%)
065.000000
65.000180.000065.00013,0
180.000330.00014.950180.00015,0
330.000450.00037.450330.00020,0
450.000600.00061.450450.00025,0
600.000+ 98.950600.00030,0

 

Kirkjuskattur

Kirkjuskattur er skattur, sum man rindar til fólkakirkjuna, um man er limur í henni.

Kirkjuskattur er landskirkjuskattur + staðbundin kirkjuskattur

Landskirkjuskatt rinda øll, sum eru fólkakirkulimir. Hann kann í mesta lagi vera 0,65%.

Staðbundnan kirkjuskatt rinda bert teir fólkakirkjulimir, sum hoyra til ávísa kirkjusókn, um kirkjuni har tørvar pening til eitthvørt kirkjuligt endamál í eina tíð. Ein kirkjusókn er eitt øki í landinum, sum hevur ella hoyrir til eina ávísa kirkju. Staðbundin kirkjuskattur kann í mesta lagi vera 0,30%.

Kirkjuskatturin kann ikki vera meira enn 0,95% til samans

Nógvastaðni er hann 0,6%, onkustaðni 0,9.  Landsstýrið ásetir kirkjuskattin eftir tilmæli frá stiftsstjórnini

Síggj ymiska kirkjuskattin við at velja talvu yvir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt undir leinkjum.

Almenn gjøld

Landsskattur, kommunuskattur og kirkjuskattur verða undir einum kallaðir inntøkuskattur. Vanliga meinast við hetta, tá tosað verður um skatt.

Annar skattur er eisini, eitt nú eftirlønarskattur og kapitalvinningsskattur. Í mun til inntøkuskattin fer hesin skattur ikki av lønini, og øll rinda hann ikki heldur.

Eitt, sum flestøll tó rinda umframt inntøkuskatt, eru almenn gjøld til heilsutrygd, barsilsskipan, arbeiðsmarknaðareftirløn og aðrar slíkar skipanir. Síggj tey við at velja "Talva yvir almenn gjøld" undir leinkjum.

Lógirnar

Tað eru serliga tvær lógir, sum eru viðkomandi í sambandi við skatt: skattalógin og ásetingarlógin.

Skattalógin sigur, hvørjar inntøkur og hvørjir persónar skulu rinda skatt, og hvørjir frádráttir eru. Tað er, hvat man kann draga frá inntøkuni, áðrenn skatturin verður roknaður. 

Ásetingarlógin sigur, hvussu nógvur skatturin og frádrátturin kann vera.

Finn lógir og kunning um frádrátt undir leinkjum.