Hvussu verður skattur rindaður?
Mátin, sum skattur verður rindaður uppá, veldst um, hvørt tú hevur a-inntøku ella b-inntøku. Fært tú løn frá føroyskum arbeiðsgevara í Føroyum, hevur tú a-inntøku. Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi (t.e. hevur einstaklingsvirki ella íognarfelag) ella hevur útlendskan arbeiðsgevara, hevur tú b-inntøku.
Allar lønir, sum føroyskir arbeiðsgevarar rinda í Føroyum, eru a-inntøkur og verða fluttar gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS at skatta, áðrenn tær koma á kontu.
Tað virkar soleiðis, at tá ið løn kemur inn, framroknar afturhaldsskipanin fyrst, hvussu nógv, ein fer at fáa í ársløn. Tað ger hon við at leggja nýggjastu lønarútgjaldingina saman við trimum teimum seinastu, og síðan setir hon skattin eftir einum miðaltali av hesum. Hetta verður endurtikið við hvørja lønarútgjalding, og minkar ella veksur lønin, verður skatturin tillagaður leypandi.
Roknistykkið plagar at passa væl, og við árslok fáa b-løntakarar sjáldan stórar skattarokningar ella nógvan avlopsskatt.
Um ein er sjálvstøðugt vinnurekandi
Sjálvstøðugt vinnurekandi (t.e. einstaklingsvirki og íognarfeløg) fáa ikki løn gjøgnum afturhaldsskipanina, men verða skattað av yvirskotinum, tá ið árið er uppgjørt. Við ársbyrjan skal ein lata fyribilsskattaskrá inn til TAKS, har ein metir um, hvussu stór inntøkan í árinum verður. Út frá hesum verða b-skattarokningar sendar út sum inngjaldskort eina ferð um mánaðin. Um ein mitt í árinum sær, at metta inntøkan ikki fer at passa, kann nýggj fyribilsskrá við røttum upplýsingunum latast TAKS. Skrásetta upphæddin eigur altíð at vera so røtt, sum til ber.
Um ein hevur útlendskan arbeiðsgevara
Hevur ein útlendskan arbeiðsgevara, verður lønin ikki flutt um afturhaldsskipanina, men beint á kontu. Tá skal ein somuleiðis lata inn fyribilsskattaskrá við mettu inntøkuni, og út frá hesum verða síðan b-skattarokningar sendandi sum inngjaldskort eina ferð um mánaðin.
Antin tú hevur a-inntøku ella b-inntøku, so verður á hvørjum ári munurin millum rættan skatt og rindaðan skatt ásettur við eini endaligari skattauppgerð. Hevur tú tá rindað ov nógv í skatti, fært tú pening aftur. Hevur tú rindað ov lítið, fært tú rokning fyri írestandi skatt.