Lurta

Kapitalvinningsskattur

Kapitalvinningsskattur er skattur av inntøku frá t.d. rentum, vinningsbýti og virðisbrævasølu. Hevur tú slíka inntøku, skalt tú boða TAKS frá henni.

Soleiðis boðar tú TAKS frá

Fyrst í mars sendir TAKS tær eina kapitalvinningsuppgerð, sum vísir kapitalvinningsskattin hjá tær í fjør.

  • Er uppgerðin røtt, nýtist tær einki at gera. Tín inntøka er longu fráboðað.
  • Manglar ein inntøka, boðar tú frá henni við at fylla út og senda TAKS eina kapitalvinningssjálvuppgávu.

Fá meir at vita um kapitalvinningsuppgerð og kapitalvinningssjálvuppgávu undir leinkjum.

Eigur tú virðisbrøv og flytur úr Føroyum?

Virðisbrøvini verða tá roknað sum seld, um tey antin:

  • hava eitt virði á yvir 100.000 kr. ella
  • hava eitt lægri virði enn tey høvdu yvirtøkudagin

Virðisbrøvini verða uppgjørd, og tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu, har vinningur ella hall eru upplýst.

Tú kanst søkja TAKS um gjaldsskáa

Við gjaldsskáa verður ein møgulig skattarokning ikki rindað, fyrr enn virðisbrøvini verða seld.

Fyri at fáa gjaldsskáa skalt tú lata TAKS eina bankatrygd frá tínum peningastovni, har hann garanterar fyri upphæddini.

TAKS skal hava móttikið bankatrygdina í seinasta lagi fráflytingardagin. 

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.