Um tú flytir úr Føroyum, verður tú skattliga heimahoyrandi í tí landinum, tú flytir til. Um tú við fráflyting eigur virðisbrøv, ið hava eitt virði, sum er hægri enn 100.000 kr., ella hava eitt negativt útveganarvirði, verða hesi virðisbrøv roknað sum seld. Tað merkir, at partabrøvini verða uppgjørd, og ein møguligur vinningur ella tap skal skrásetast í kapitalvinningssjálvuppgávuni og latast TAKS.
Tó ber til at søkja um gjaldsskáa, sum gevur møguleika at útseta at rinda ein møguligan skatt. Hetta verður gjørt við at lata inn eina bankatrygd, ið tryggjar uppgjørda skattin, í seinasta lagi á sjálvum fráflytingardegnum. Bankatrygdina fært tú frá tínum peningastovni.
Við einum gjaldsskáa er tí ikki neyðugt at rinda skattin við fráflytingini, men ístaðin verður hann rindaður, tá ella um, virðisbrøvini verða seld.