Lurta

Kringvarpsgjald

TAKS krevur inn kringvarpsgjaldið fyri Kringvarp Føroya. Her fært tú kunning um kringvarpsgjaldið, nær tú byrjar at rinda, hvussu stórt gjaldið er, og hvussu tað verður goldið.

Tú byrjar at rinda kringvarpsgjald, tá tú ert 24 ár

Tú rindar fyrsta gjaldið mánaðin eftir, at tú hevur fylt.

Tú skalt hava fulla skattskyldu í Føroyum. Hevur tú ikki tað, skalt tú ikki rinda kringvarpsgjald.

Kringvarpsgjaldið er 176 krónur um mánaðin

Hetta rinda tey, sum eru vorðin 24 ár, men sum ikki hava fingið fólkapensjónsaldur.
Tey, sum hava fingið fólkapensjónsaldur, rinda 72 krónur um mánaðin.

Kringvarpsgjaldið verður prístalsjavnað tvey prosent hvønn 1. januar og rundað til nærmasta heiltal. Í 2027 verður gjaldið ávikavist 180 og 73 krónur um mánaðin.

Gjaldið verður goldið sjálvvirkandi ella við rokning

Sjálvvirkandi

  • Fært tú løn, lestrarstuðul ella skattafría veiting gjøgnum skattaskipanina, verður gjaldið trekt sjálvvirkandi av inntøkuni, áðrenn hon kemur á kontu.

Við rokning

  • Fært tú ikki lestrarstuðul ella pening gjøgnum skattaskipanina, t.d. um tú ert heimagangandi ella hevur B-inntøku, fært tú rokning frá TAKS eina ferð um mánaðin.

Fært tú rokning, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda gjaldið sjálvvirkandi. Vel “Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS” undir leinkjum fyri at síggja, hvussu tú gert.

Lesandi uttanlands rinda ikki kringvarpsgjald

Tað kann kortini henda, at tú fært rokning, um tú sambært Landsfólkayvirlitinum stendur at búgva í Føroyum.

Tá skalt tú venda tær til Kringvarpið og boða frá, at tú eigur ikki at rinda rokningina. Kringvarpið tekur síðan støðu til, um tú kanst fáa frítøku, og sigur TAKS frá.

Spurningar?

Er tað um frítøku fyri lesandi uttanlands?

  • Set teg í samband við Kringvarpið. Kontaktupplýsingar finnur tú á www.kvf.fo/samband.

Er tað um okkurt annað?

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.