Nær byrjar man at rinda skatt?
Man byrjar at rinda skatt, tá man tjenar meira enn 30.000 kr. um árið.
Fyrst kemur kommunuskatturin
Hann er ymiskur frá kommunu til kommunu, úr 16 upp í 21,75%.
Siga vit, at hann er 20%, so rinda vit 20 kr. í skatti fyri hvørjar 100, ið vit tjena yvir 30.000.
Síðan kemur landsskatturin
Hann byrjar, tá ið vit tjena meira enn 65.000 kr. um árið og veksur síðan, tess meira, vit tjena.
Man rindar eisini kirkjuskatt
Tað er, um man er limur í fólkakirkjuni.
Kirkjuskatturin er ymiskur frá kommunu til kommunu, millum 0,6 og 0,9%.
Meira at vita um tín skatt?
Hygg undir snarslóðum her á síðuni.
Les til dømis, hvussu tín skattur verður roknaður, hvussu stórt skattaprosentið er í tínari kommunu, og hvussu nógvan kirkjuskatt, tú rindar, um tú ert limur í fólkakirkjuni.