Lurta

P-tal og lønarútgjald

Arbeiðir man í Føroyum, skal man hava eitt p-tal fyri at fáa løn útgoldna.

Soleiðis fær man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald

Um man býr í Føroyum

Býr man í Føroyum, hevur man longu fingið eitt p-tal, antin tí at man er føddur her ella er fluttur higar. TAKS hevur p-talið, og løn verður útgoldin. Flytur man so í annað land og arbeiðir her viðhvørt, skal p-talið bara endurvirkjast.

Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.

Um man kemur til Føroya at arbeiða

Kemur man til Føroya at arbeiða og hevur einki p-tal, tí at man ikki er føddur her ella ikki hevur búð her áður, kann man í sambandi við lønarútgjald senda TAKS eina umsókn um at fáa eitt p-tal. Av fyrisitingarávum kalla vit hetta eitt fyribils p-tal, tó at munur er eingin á tølunum.

Heinta umsóknina undir leinkjum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um fyribils persónstal". Á blaðsíðu 2 í umsóknini er vegleiðing at útfylla. Ivast man, kann arbeiðsgevarin vera til hjálpar.

Tá ið TAKS hevur góðkent umsóknina, fær man p-talið sendandi. Góðkenningin kann taka nakrar dagar, so søk í høviligari tíð, einar fjúrtan dagar ella so, áðrenn løn skal koma á kontu.

Kemur man aftur til Føroya at arbeiða í øðrum umfari, skal p-talið bara endurvirkjast. Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.

Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald

Hevur tú fyrr havt eitt føroyskt p-tal og kemur aftur til Føroya at arbeiða, skalt tú biðja TAKS um at endurvirkja p-talið hjá tær. 

Soleiðis gert tú:

  • Rita inn á Borgaragluggan
  • Far undi skiljiblaðið "Oyðubløð" og vel Skattur á yvirlitinum á vinstru síðu
  • Trýst á oyðublaðið "Endurvirkjan av p-tali í sambandi við lønarútgjald"
  • Fyll út oyðublaðið og trýst á "Send"

Tú frættir aftur frá TAKS, tá p-tali er endurvirkað, antin í Mínboks ella við telduposti.

Samleikanummur í øðrum londum, herundir TIN-nummur

Samleikanummur eita ymiskt frá landi til land. Í Føroyum p-tal, í Íslandi kennitala, í Svøríki personnummer, í Danmark CPR-nummer og í Noregi fødselsnummer.

Í skattaviðurskiftum kann man eisini nýta eitt TIN-nummar, sum er stytting fyri Tax Identification Number – eisini nevnt Taxpayer Identification Number. Býr man í Føroyum og arbeiðir uttanlands, og tey har spyrja eftir TIN-nummarinum, skal man upplýsa p-talið hjá sær. Les meir um tað.

Á heimasíðuni hjá OECD undir Tax identification numbers síggjast ymsu heitini, sum londini hava fyri samleikanummur síni, og hvussu nummurini eru uppbygd.

Meira at vita um p-tal og lønarútgjald?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Meira at vita um p-tal annars?

Vita undir leinkjum her á síðuni ella set teg í samband við Umhvørvisstovuna. Hon umsitur p-talsskipanina. Kontaktupplýsingar hjá Umhvørvisstovuni finnur tú eisini undir leinkjum.

Meira at vita um tað at koma til Føroya at arbeiða sum útlendingur?

Vita undir leinkjum: "Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða".