Lurta

Sjálvuppgáva

Hevur tú fingið bræv frá TAKS um at lata inn sjálvuppgávu fyri 2025?

Her fært tú vegleiðing um sjálvuppgávuna.

Hvat er ein sjálvuppgáva, og hvør skal lata sjálvuppgávu inn?

Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum tú sendir TAKS við upplýsingum um inntøku og frádrátt síðsta ár. Út frá hesum roknar TAKS, hvussu nógv tú skalt rinda í skatti.

Lata inn sjálvuppgávu skal tann, sum:

  • leigar út
  • er sjálvstøðugt vinnurekandi, ella sum
  • hevur uttanlandsinntøku/útlendska eftirløn og fulla skattskyldu í Føroyum

Skalt tú lata inn sjálvuppgávu, fært tú bræv um tað frá TAKS í mars. Brævið kemur í Borgaragluggan, Mínboks ella postkassan.

Innlatingarfreistin er 4. mai 2026

Lat rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt, um tú letur inn ov seint ella ikki tekur alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Tú kanst søkja um longda innlatingarfreist

Tað skal vera ein serlig orsøk, eitt nú sjúka, og tú mást ikki skylda aðrar sjálvuppgávur. Send eina skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum

Soleiðis gert tú

Kanst tú ikki nýta Borgaragluggan, kanst tú lata inn manuelt

  • Heinta skjalið Sjálvuppgáva 2025 undir oyðubløðum her á síðuni
  • Fyll út og viðheft viðkomandi skjøl
  • Lat inn:
    • við teldubrævi til taks@taks.fo ella
    • við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn

Gev gætur

Skalt tú lata inn roknskap, mást tú lata inn á Borgaraglugganum.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum ella við brævi.

Á Borgaraglugganum

Freistin er 4. mai 2026.

Við brævi

Freistin er 27. apríl 2026. Tá skal brævið vera framkomið. Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn tað kemur fram, so send í góðari tíð.

Spurningar?

Um tú ivast í sjálvuppgávuni, kanst tú altíð fáa svar.

Hygg í vegleiðingina at geva upp skatt

Les á taks.fo

Spyr kundatænastu okkara

  • Ring 35 26 00, skriva til taks@taks.fo ella kom inn á gólvið á Smyrilsvegi 20 í Havn. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 12.

Tú kanst eisini

  • bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja teg upp aftur,
  • spyrja Eyðei, kjattbottin hjá TAKS. Klikk á hana niðast til høgru á síðuni. Gev gætur, at svarini hjá Eyðei eru vegleiðandi. Spyr kundatænastuna, um tú ivast.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.