Ein skattauppgerð er eitt yvirlit yvir upplýsingar, sum TAKS hevur um skattaviðurskifti tíni síðsta ár.
Skattauppgerðin vísir:
- hvør skattskyldiga inntøkan var
- hvønn frádrátt tú hevði
- hvussu nógv tú rindaði í skatti
- um skatturin passaði, ella um tú fært írestandi skatt (skalt rinda meira) ella avlopsskatt (fært skatt afturgoldnan)
Tú fært uppgerðina frá TAKS í mars. Hon kemur í Borgaragluggan, Mínboks ella postkassan.
Fært tú írestandi skatt, skalt tú gjalda hann við rokning, sum TAKS sendir tær. Fært tú avlopsskatt, verður peningurin fluttur á lønarkontu tína mánadagin, 23. mars 2026.