Skriva út

Skattur av jørð og lunnindum

Ert tú jarðareigari ella festari, hevur tú umframt rættin til jørðina eisini nøkur lunnindi. Tað eru rættindi, sum fylgja við jørðini, eitt nú til at veiða fugl og haru, at gagnnýta vatn, at ganga í haganum o.a.

At handla við jørð og lunnindum verður skattað eftir ávísum reglum.

Handil við jørð

Søla

Jarðarsøla er skattafrí, um jørðin varð keypt til landbúnað av fyrstan tíð. Varð hon keypt til at selja víðari fyri vinning, skal sølan skattast. Reglurnar fyri hesum standa í § 27 og § 29, nr. 1 í skattalógini.

Gev gætur, at bert jarðareigarar kunnu selja jørð, tí teir eiga hana sjálvir aftur ímóti festarum, sum umsita hana fyri landið.

Útleiga

Jarðarútleiga skal altíð skattast, sama hví jørðin varð keypt, og sama um tú ert eigari ella festari. Reglan fyri hesum er ásett í § 25, nr. 2, í skattalógini.

Skattalógina finnur tú undir snarslóðum her á síðuni.

Handil við lunnindum

Søla

Við sølu av lunnindum meinast skattliga við endaliga avhending, har lunnindini verða tinglýst í navninum á nýggja eigaranum. Tá er sama regla galdandi sum fyri jarðarsølu. Tað er, at sølan er skattafrí, so leingi jørðin varð keypt til landbúnað av fyrstan tíð.

Sum søla verður eisini roknað endurgjald fyri mist lunnindi. Tak til dømis mist vetrarbit, har jarðareigari móti endurgjaldi kann missa rættin til at hava seyð gangandi innangarðs um veturin. Tá er endurgjaldið at rokna sum søla og er skattafrítt.

Útleiga

Verða lunnindi ikki endaliga avhend uttan latin øðrum at nýta móti gjaldi, so er talan um útleigu. Tak eitt nú rættindi til at skjóta haru, at gagnnýta vatn og grót, at ganga í haganum og so framvegis. Inntøka frá slíkari útleigu er skattskyldig.

At ganga í haga

Verður gjald tikið fyri at loyva fólki í hagan at ganga, er talan um inntøku, sum skal gevast upp til skattingar.

At taka grót úr haga

Ofta er talan um avtalu, ið gevur rætt til at taka grót í ávísum øki ávísa tíð. Tá er ikki talan um endaliga avhending, men um útleigu, og inntøkan er tí skattskyldig. Tað hevur ikki týdning, um gjaldið fyri grótið er ásett sum fast árligt gjald, ella um tað verður roknað eftir mongdini á grótinum, sum tikið verður.

At veiða í haga

Vanliga snýr tað seg um, at eigari ella festari av jørðini leigar út rættin til at skjóta haru eitt tíðarbil. Hóast vit í vanligari talu siga at selja og keypa t.d. haruhagar, so er í skattligum høpi ikki talan um endaliga avhending men um útleigu. Vinningurin er tí skattskyldigur eins og við allari aðrari útleigu av lunnindum.

At taka vatn úr haga

Jarðareigarar hava nýtslurættin til vatn í áum og vøtnum á jørð síni. Handla teir við hesum rætti, skulu teir rinda skatt, um talan er um útleigu, og ongan skatt, um talan er um sølu. Nýtslurætturin hjá jarðareigarum til vatnið er staðfestur í lov for Færøerne om Benyttelse af Indsøer og Vandløb. Sí lógina undir snarslóðum her á síðuni.

Nýtslurætturin hjá festarum til vatnið í høgunum er ikki staðfestur beinleiðis við lóg, men skattliga eru somu reglur galdandi sum fyri jarðareigarar. Vinningur av útleigu er skattskyldigur.

Eru tit fleiri um ein haga?

Eru tit fleiri jarðareigarar um ein haga, og eitt hagastýri tekur avgerð um hagan tykkara vegna, so skalt tú antin gera egnan roknskap yvir tín lut av inntøkum og útreiðslum hagans, ella hagastýrið ger ein felags roknskap fyri allar eigararnar, og sum tit hvør í sínum lagi lata inn saman við sjálvuppgávuni. Skattareglurnar eru annars tær somu.