Skriva út

Skattur og spæl

Skattur skal rindast av øllum spæli, har spælt verður um fíggjarligan vinning av onkrum slagi, antin talan er um pening ella aðra veiting.

Onkuntíð er skatturin rindaður, áðrenn vinningurin verður útgoldin, onkuntíð rindar tú ongan skatt av vinningi upp til 3.000 kr. og 15% av rest, og onkuntíð rindar tú vanligan skatt av øllum. Tað veldst um, hvørt spælið hoyrir undir ítróttaveddingarlógina, kringvarpslógina, burturlutingarlógina ella skattalógina. Tað kanst tú lesa meira um niðanfyri.

Gev gætur, at TAKS ger ikki mun á, um spæl er lógligt ella ólógligt. Skattur skal altíð rindast.

Gekkurin, DAS, Oddset, Lotto, Eurojackpot o.fl.

Hetta eru spøl, sum tú ikki rindar skatt av. Hann er rindaður frammanundan, áðrenn vinningurin verður útgoldin.

Tað kann vera Gekkurin hjá Kringvarpi Føroya, ella tað eru spøl, sum hoyra undir ítróttaveddingarlógina, og sum norðurlendskar fyritøkur bjóða fram á heimasíðum sínum ella í føroyskum handlum eftir avtalu við Spf. Ítróttavedding. Til dømis Oddset, Casino, Lotto, Eurojackpot, Quick, Klasselotteriet og happadráttarseðlar hjá DAS.

Hvat skalt tú gera, um tú vinnur?

Tú skalt einki gera. Tú eigur vinningin allan.

Skava og vinn, dáma og deil, bingo o.fl.

Hetta eru spøl, sum tú ongan skatt rindar av, um tað eru spøl í Føroyum. Eru tað spøl í útlondum, antin fysiskt ella á netinum, rindar tú einki upp til 3.000 kr. og 15% av rest.

Talan er um spøl, sum hoyra undir burturlutingarlógina. Tað eru almenn spøl, sum loyvi krevst til at halda, ella sum verða mett at vera almenn, hóast einki loyvi fyriliggur. Í Føroyum síggja vit ofta vælgerandi felagsskapir, ítróttafeløg og handlar skipa fyri slíkum spølum, til dømis skava og vinn, bingo, lutaseðlar, tombola, eydnuhjól, dáma og deil á Facebook o.fl. Tað kunnu eisini vera útlendsk netveddingarspøl, ið verða fyriskipað av fyritøkum, sum ikki eru avtalupartur hjá Spf. Ítróttavedding.

Hvat skalt tú gera, um tú vinnur?

Við spølum í útlondum skalt tú einki gera, um vinningurin er í mesta lagi 3.000 kr. Er hann størri, set teg tá í samband við TAKS innan 14 dagar, frá tí at tú hevur fingið vinningin útflýggjaðan. Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send okkum eitt teldubræv til taks@taks.fo.

Hevur tú goldið skatt av vinninginum aðrastaðni enn í Føroyum, kanst tú draga ta upphæddina frá tí gjaldi, sum tú skalt gjalda eftir burturlutingarlógini. Gev gætur, at tú skalt kunna skjalprógva útlendska gjaldið.

Poker, blackjack, roulette o.fl.

Hetta eru spøl, sum vanligur skattur verður rindaður av, og sum hoyra undir skattalógina.

Talan er um hasardspøl. Tað er, at tey hava við sær stóran møguleika fyri munandi bundinskapi og peningamissi. Dømi um slík spøl eru poker, blackjack, roulette o.tíl., antin tey verða spæld fysiskt ella á netinum.

Gev tó gætur, at verða hesi spøl fyriskipað av einum avtaluparti hjá Spf. Ítróttavedding, so rindar tú ongan skatt, tí tá hevur fyriskiparin rindað skattin frammanundan. Øll hasardspølini, sum Danske Spil bjóðar fram á netinum, hoyra til henda partin.

Hvat skalt tú gera, um tú vinnur?

Er talan um hasardspøl, sum avtalupartur hjá Spf. Ítróttavedding bjóðar fram, so skalt tú einki gera. Tá eigur tú vinningin allan. Avtalupartar hjá Spf. Ítróttavedding eru Happdrætti DAS, Danske Spil og Det Danske Klasselotteri.

Er talan um onnur hasardspøl, skalt tú lata inn roknskap yvir inntøkur og útreiðslur, sum tú hevur havt av spælinum seinasta álmanakkaárið og lata hann inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at vinningurin er vunnin.

Gev gætur, at allar útreiðslur í roknskapinum skulu kunna skjalprógvast, annars kunnu tær ikki dragast frá.

Hevur tú spurningar um skatt av spæli?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send okkum eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.