Avskriving merkir eins og frádráttur, at tú kanst draga útreiðslur, ið hoyra til útleiguna, frá inntøkuni av henni, so at tú rindar minni í skatti. Munurin á hugtøkunum er, at har frádráttur skal avgreiðast yvir ein roknskap, kann avskriving avgreiðast yvir fleiri.
Í Airbnb kunnu stovningarútreiðslur avskrivast
Stovningarútreiðslur eru útreiðslur til at stovna nýtt leigumál, til dømis útreiðslur til leysafæ sum steintoy og seingjarklæði, og til fastafæ sum veggir og gólv.
Bert útreiðslur til leysafæ kunnu avskrivast.
Meira kann avskrivast við fullari útleigu enn lutvísari útleigu. Hugtøkini full og lutvís útleiga eru lýst omanfyri í partinum um frádrátt.
Avskrivingarreglur
- Full útleiga: leysafæ upp til 20.000 kr. kann avskrivast 100%.
Leysafæ yvir 20.000 kr. kann avskrivast 30% um árið.
- Lutvís útleiga: leysafæ kann avskrivast árliga eftir, hvussu stórur partur av húsunum er útleigaður, og hvussu stóran part av árinum, roknað í mun til 30%. Eru 50 fermetrar útleigaðir av í alt 100, kunnu avskrivast 15%. Eru fermetrarnir útleigaðir helvtina av árinum, kunnu avskrivast 7,5%.
Avskrivingarreglurnar eru ásettar í avskrivingarlógini
Reglurnar fyri fulla útleigu standa í kapitli 1, fyri lutvísa útleigu í kapitli 2.