Í privatum skifti taka arvingar við allari skuld hins deyða, eisini skattaskuld.
Privat skifti merkir, at tey eftirlivandi býta ognirnar ímillum sín og velja sær ein ábyrgdarpersón at standa fyri búnum. Hetta kann vera ein arvingur ella ein uttanfyristandandi, t.d. ein advokatur. Skiftirætturin kunnar TAKS um, hvør ábyrgdarpersónur er valdur, og TAKS samskiftir nú bara við henda persón.
Búgvið skal nú senda skiftirættinum tvær uppgerðir – eina yvir ogn og skuld hins deyða á andlátsdegnum og eina yvir inntøku frá 1. januar til andlátsdagin (hesa fær TAKS at viðgera). Innsendingarfreistin er seks mánaðir eftir andlátið. Er skiftisháttur valdur meira enn fýra mánaðir eftir andlátið, er hon tveir mánaðir eftir valið.
Ábyrgdari ella TAKS kann biðja um endaliga uppgerð av skattinum í deyðsárinum. Um ábyrgdari ynskir endaliga uppgerð, skal TAKS upplýsast um hetta saman við uppgerðini yvir ogn og skuld, og samstundis skal innsendast ein útfylt sjálvuppgáva fyri deyðsárið.
Um skattauppgerð av deyðsárinum verður gjørd, skal írestandi skatturin bert gjaldast, um hann er 5.000 kr. ella meira, á sama hátt verður avlopsskatturin bert útgoldin, um hann er 100 kr. ella meira. Írestandi skattur verður kravdur frá búnum, avlopsskattur verður goldin búnum. Eru upphæddirnar minni enn nevnt, verða tær ikki kravdar ella goldnar.
Búgvið verður síðan endaliga uppgjørt, við at arvingarnir senda eina búsuppgerð til skiftirættin. Oyðublað til hesa uppgerð kann fáast frá TAKS ella skiftirættinum. TAKS eftirkannar so uppgerðina og sendir váttan til arvingarnar og skiftirættin. Síðan fáa arvingarnir rokning fyri arvaavgjaldið frá skiftirættinum.