Keypir man eina fastogn fyri at selja hana víðari fyri vinning, er vinningurin skattskyldigur.
At keypa og selja fastogn við vinningi fyri eyga verður rópt spekulatión og er altíð skattskyldigt. Tað er nóg mikið, at møguleikin fyri vinningi hevur týdning fyri avgerðina at keypa – hann nýtist ikki at vera høvuðsorsøkin, men má ikki vera uttan týdning.