Skriva út

Skattur og heimavirki

Heimavirki er skattafrítt, um árligi umsetningurin ikki fer upp um 50.000 krónur. Við árligan umsetning er at skilja samlað søla í eitt ár. Útreiðslur skulu ikki dragast frá upphæddini, tá ið hon verður roknað.

Fer umsetningurin upp um 50.000 krónur, er ikki talan um heimavirki, men um vinnuligt virksemi. Tá skulu skattur og meirvirðisgjald rindast av allari upphæddini, og tá skal roknskapur eisini gerast.

Hvat er heimavirki?

Heimavirki er vøra, sum er virkað heima, t.e. gjørd heima. Hon kann vera úr ull, viði, glasi, beini, leiri ella øðrum tilfari. Vanligar heimavirkisvørur eru til dømis pløgg, smíð, smúkkur og leirnýti.

Hvat er ikki heimavirki?

Matur og góðgæti

Hóast gjørd heima, so verða matur og góðgæti ikki roknað sum heimavirki, og inntøka skal tí altíð gevast upp.

Tænasta

Tænasta telur heldur ikki sum heimavirki.

Tænasta er til dømis roknskapararbeiði, rættlestur, løgfrøðihjálp og onnur slík ráðgeving.

Tænasta er eisini ábøtur. Tað kann vera at seyma eitt lynlás upp í einar buksur, at líma eina krukku aftur, at bøta um ein bát o.s.fr.

Vit mæla til at goyma kvittanir í sambandi við heimavirki

Hetta er tí, at fer árligi umsetningurin upp um 50.000 krónur, so skulu kvittanirnar kunna vísast fram, um nakað skal dragast frá í roknskapinum.

Meira at vita um skatt og heimavirki?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.