Leigar tú út til eina fyritøku, skalt tú geva leiguna upp við roknskapi. Tað hevur ikki týdning, hvat fyritøkan brúkar leigumálið til. At leigar út umvegis Airbnb er at leiga út til fyritøku.
Tú skalt eisini geva upp við roknskapi, um tú leigar út til privatfólk í styttri tíð enn tríggjar mánaðir, ella um leigarin ikki hevur adressu á staðnum. Tað kann til dømis vera, um bústaðurin verður brúktur sum feriubústaður ella fyribilsbústaður.
Húsaleiga, sum verður givin upp við roknskapi, verður skattað sum vanlig inntøka. Hevur tú aðra inntøku, kann húsaleigan ávirka skattaprosentið á teirri inntøkuni.
| Dømi um húsaleigu við roknskapi | |
| Ársleiga | 110.000 |
| Frádráttur | |
| brunatrygging | - 1.500 |
| viðlíkahald av oljufýring | - 500 |
| el og olja | - 10.000 |
| renta | - 20.000 |
| Ársleiga at skatta | 78.000 |
Leigar tú bara ein part av húsunum út?
Dømið omanfyri vísir, tá ið heil hús verða útleigað. Leigar tú bara ein part út, skal tað takast við í útrokningina.
Eru húsini 200 fermetrar, og tú leigar 50 fermetrar út í 150 dagar um árið, skulu útreiðslurnar fyrst býtast eftir stødd og síðan eftir, hvussu leingi útleigað verður.
Fyrst roknar tú 50/200 og so 150/365. Síðan kanst tú draga frá tann partin av útreiðslunum, sum hoyrir til útleiguna, til dømis til el, olju, trygging og tílíkt.
Frádráttur fyri viðlíkahald
Tú kanst í summum førum draga viðlíkahaldsútreiðslur frá, áðrenn skatturin verður roknaður.
Hetta snýr seg um slit og brek, sum standast av vanligari nýtslu hjá leigaranum. Tá verður mett um, hvussu leingi luturin vanliga heldur, og frádrátturin verður býttur út yvir hesa tíð.
Ein vaskimaskina hevur til dømis eina metta livitíð á 15 ár. Verður hon umvæld orsakað av sliti, kanst tú draga 1/15 av útreiðsluni frá fyri hvørt ár, hon hevur verið partur av tí útleigaða.
Útreiðslur til at gera hús ella íbúð klár til útleigu kunnu ikki dragast frá sum viðlíkahald. Tær verða roknaðar sum stovningarútreiðslur.
Undir leinkjum finnur tú yvirlit yvir frádráttarmøguleikar og livitíðir í sambandi við húsaleigu.
Avskrivingar av innbúgvi
Í summum førum kanst tú avskriva innbúgv sambært avskrivingarlógini.
Leigar tú heil hús út burturav, kunnu avskrivingar gerast eftir 1. kapitli í avskrivingarlógini. Tá kanst tú avskriva innbúgv, men ikki sjálv húsini.
Í øðrum førum kunnu avskrivingar gerast eftir 2. kapitli í avskrivingarlógini. Tá verður avskrivað eftir, hvussu nógv dagar, útleigað verður.