Skriva út

Skattur og kryptovaluta

Kryptovaluta er talgilt gjaldoyra, ið verður handlað á netinum og stundum nýtt í vanligum handli. Kend talgild gjaldoyru eru til dømis bitcoin, ethereum og tether.

Vinningur av kryptovaluta er skattskyldigur

Hetta er sambært innganginum til § 25 í skattalógini, ið sigur, at øll inntøka er skattskyldig, um ikki lógin gevur undantøk, t.d. um handilin ikki er gjørdur við víðarisølu ella umbýti fyri eyga.

TAKS metir tó, at handil við kryptovaluta primert verður gjørdur við júst víðarisølu ella umbýti fyri eyga, og tí er hann skattskyldigur vísandi til § 27 í skattalógini.

Skal keypsvirðið dragast frá søluvirðinum, so at bert nettovinningurin verður skattaður, skulu keypsvirðið og søluvirðið skjalprógvast. Gev eisini gætur, at skattur verður roknaður av vinninginum, men tap, sum ikki rúmast sum frádráttur í vinninginum, kann ikki flytast til frádrátt í aðrari inntøku ella framflytast sum hall/tap í seinni árum.

Vinningurin skal gevast upp við sjálvuppgávu á vanligan hátt. Les meira um sjálvuppgávu undir snarslóðum her á síðuni.