Lurta

TIN-nummar

TIN-nummar stendur fyri Tax Identification Number og er tað sama sum p-talið í Føroyum.

Hevur tú innistandandi í útlendskum banka, tryggingarfelagi ella pensjónsgrunni, kunnu tey onkuntíð spyrja teg eftir TIN-nummarinum. Tá skalt tú upplýsa p-talið hjá tær.

TIN er altjóða heiti fyri samleikanummar í skattahøpi

Tað verður brúkt, tí samleikanummur eita ymiskt frá landi til land, og fyritøkur og myndugleikar kunnu hava ilt við at umsita tey í skipanum sínum.

Í Føroyum siga vit p-tal, í Íslandi kennitala, í Svøríki personnummer, í Danmark CPR-nummar, í Norra fødselsnummer og í øðrum londum okkurt annað.

TIN verður brúkt sum felagsheiti. Spyr onkur teg um TIN-nummarið hjá tær, skalt tú upplýsa p-talið.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.