Skriva út

Uttanlandsinntøka

Hevur tú inntøku uttanlands og fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú møguliga rinda skatt av uttanlandsinntøkuni her.

Frádráttarmøguleikar

Tá tú gevur inntøkuna upp, skalt tú upplýsa, um tú hevur goldið skatt av henni uttanlands. Tað fært tú frádrátt fyri í føroyska skattinum, tó í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 er frádrátturin í mesta lagi kr. 96.000 
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.

Fiskimenn við norðurlendskum skipum

Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki omanfyrinevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava framvegis ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella ein frádrátt á í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri tær meirútreiðslur, ið standast av at arbeiða uttanlands.

Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttnum:
Fyri 2024 er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 400.000 kr.
Fyri 2025 og frameftir er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 kr.

Uttanlandsinntøka ávirkar skattin av inntøku í Føroyum

Verður uttanlandsinntøka skattað í øðrum landi, fær persónurin fullan ella lutvísan frádrátt fyri hetta í skattinum í Føroyum. Útlendska inntøkan verður tó tikin við í skattagrundarlagið, og er onnur inntøku í Føroyum, ávirkar hetta skattin av henni.

Fyri at tryggja rættan fyribilsskatt, kann inntøkan fráboðast TAKS. Hetta verður gjørt við at lata inn eitt fyribilsskattaskrásetingarskjal, har ein boðar frá uttanlandsinntøku og aðrari inntøku, sum ein væntar at hava. Finn skjalið undir oyðubløðum her á síðuni.

Norðurlendskar sosialveitingar verða roknaðar sum skattur

Norska Folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar, sum koma undir norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, telja sum skattur. Á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp gevast upp á teiginum "Sosial trygd".

Frá 1. januar 2024 verða tær norðurlendsku veitingarnar ikki longur taldar sum skattur. Henda broyting kemur av at § 154b er strikað í skattalógini.