Útveksling av kontuupplýsingum millum fíggjarstovnar og skattamyndugleikar
Síðan 1. januar 2016 hevur TAKS verið partur av fleirtjóða avtalu, sum áleggur fíggjarstovnum at lata heimligum skattamyndugleikum kontuupplýsingar hjá útlendskum kundum, fyri at hesar upplýsingar síðan skulu verða víðarisendar til skattamyndugleikar í londunum, har kundarnir hava skattskyldu.
Tað merkir, at TAKS fær upplýsingar um kontur, sum herbúgvandi hava uttanlands. Á sama hátt fáa útlendskir skattamyndugleikar upplýsingar um kontur, sum uttanlandsbúgvandi hava í Føroyum.
Avtalan, sum á enskum eitur Convention on Mutual Administrative Assistance in Tax Matters, hevur sum endamál at skapa eina effektivari skattaumsiting.
Til avtaluna hoyrir CRS-kunngerðin, ið millum annað útgreinar, hvørjar kontuupplýsingar skulu útvekslast, og hvør skal hava tær.
Tað gera bankar, tryggingarfeløg og fíggjarstovnar her á landi annars. Hetta hevur verið skylda teirra síðan 1. januar 2016. Upplýsingarnar skulu vera latnar TAKS eina ferð um árið.
Talan er eitt nú um:
- navn, bústað og p-tal (TIN),
- kontunummur,
- salduvirði,
- rentuinntøkur,
- vinningsbýti,
- bruttoavkast av at selja og loysa út fíggjarligar ognir.
TAKS sendir upplýsingar til skattamyndugleikar í teimum londum og rættardømum, har kontueigararnir búgva; tó bert, um Føroyar hava avtalu um tað við hesi lond og rættardømi. Er eingin avtala, verða upplýsingarnar ikki sendar víðari.
Avtala er gjørd við hesi 72 lond og rættardømi
Andorra, Antigua og Barbuda, Argentina, Aserbadjan, Avstralia, Barbados, Belgia, Brasilia, Bretland, Cookoyggjarnar, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kypros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malaisia, Malta, Mauritius, Meksiko, Monako, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Russland, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Lusia, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland, Ungarn og Uruguai.
Hevur kontueigari tilknýti til fleiri lond ella rættardømi, verða upplýsingarnar sendar til øll tey londini og rættardømini.
Gev gætur, at listin er vegleiðandi
Klikk á leinkið "Activated Exchange Relationships For CRS Information" undir snarslóðum og fá nýggjasta listan á heimasíðuni hjá OECD.
Tá tú kemur á síðuna:
- vel "Faroe Islands" og "Select all", um tú vilt vita, hvønn TAKS sendir upplýsingar til,
- vel "Select all" og "Faroe Islands", um tú vilt vita, hvør sendir upplýsingar til TAKS.
Tað gera skattamyndugleikarnir í hesum 99 londum og rættardømum:
Albania, Andorra, Anguilla, Antigua og Barbuda, Argentina, Aruba, Aserbadjan, Avstralia, Bahamaoyggjarnar, Barain, Barbados, Belgia, Belis, Bermuda, Brasilia, Bretland, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Brunai, Bulgaria, Cookoyggjarnar, Danmark, Dominika, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gana, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Katar, Kaymanoyggjarnar, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kuvait, Kypros, Lettland, Libanon, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Makau, Malaisia, Malta, Marshalloyggjarnar, Mauritius, Meksiko, Monako, Montserrat, Nauru, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Rumenia, Russland, Sameindu Emirríkini, Samoa, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Kitts og Nevis, St Lusia, St Vinsent og Grenadinurnar, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Turks- og Kaikosoyggjarnar, Týskland, Ungarn, Uruguai og Vanuatu.
Gev gætur, at listin er vegleiðandi
Klikk á leinkið "Activated Exchange Relationships For CRS Information" undir snarslóðum og fá nýggjasta listan á heimasíðuni hjá OECD.
Tá tú kemur á síðuna:
- vel "Faroe Islands" og "Select all", um tú vilt vita, hvønn TAKS sendir upplýsingar til,
- vel "Select all" og "Faroe Islands", um tú vilt vita, hvør sendir upplýsingar til TAKS.
Teir skulu primert upplýsa føroyska fíggjarstovn sín um, hvar teir rinda skatt.
- Flytur kontueigari uttanlands at búgva, skal hann tryggja sær, at føroyski fíggjarstovnurin kennir nýggja bústaðin.
- Býr kontueigari uttanlands, skal hann upplýsa um bústað sín, tá ið føroyski fíggjarstovnurin spyr um hann.
Hetta er galdandi, sama um konta er stovnað fyri ella eftir 2016.
Er talan um kontu hjá løgfrøðiligum persóni, skal upplýsast um bústaðin hjá løgfrøðiliga persóninum og hjá teimum, ið hava ræði á løgfrøðiliga persóninum.
Tað kann vera revsivert at geva skeivar upplýsingar.
Sum nevnt hava bankar, tryggingarfeløg og aðrir fíggjarstovnar í Føroyum skyldu til eina ferð um árið at lata TAKS upplýsingar um kontur, sum persónar, ið eru skattskyldigir uttanlands, eiga í Føroyum. Mannagongdirnar eru útgreinaðar í CRS-kunngerðini.
Til ber at varskógva TAKS, um CRS-kunngerðin verður brotin
Talan kann vera um beinleiðis og óbeinleiðis brot, tilvitað og ótilvitað. Boðað verður frá við at senda okkum “Varskó um brot á CRS-kunngerðina”. Tú finnur skjalið undir snarslóðum her á síðuni. Fyll út og send dulnevnt við vanligum brævi.