Varðveit fulla skattskyldu í Føroyum
Søk um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum og fá tær fyrstu 30.000 kr. skattafríar, tá tú sum lesandi ella lærlingur uttanlands kemur heim at arbeiða í ferium.
Søk á Borgaraglugganum
Tað er skjótt gjørt
- Rita inn á gluggan
- Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
- Fyll út og send
Tú søkir bara einaferð
Boða tó TAKS frá, um tú skiftir útbúgving ella gevst at lesa.
Fyrimunir og treytir
Fyrimunir
- Tær fyrstu 30.000 eru skattafríar, tær næstu 35.000 bert kommunuskattaðar
(Tú rindar einans AM-gjald og ALS-gjald, í alt 3.8%)
Treytir
- Tú skalt hava búð í Føroyum í minst fýra ár
- Tú skalt vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum
Hetta fært tú í lumman við og uttan umsókn
Um tú tjenar 15.000 krónur
- Við umsókn: 14.430 krónur (15.000 minus 3,8% í AM- og ALS-gjaldi)
- Uttan umsókn: 8.130 krónur (15.000 minus 45,8% í skatti, AM- og ALS-gjaldi)
Um tú tjenar 30.000 krónur
- Við umsókn: 28.860 krónur (30.000 minus 3,8% í AM- og ALS-gjaldi)
- Uttan umsókn: 16.260 krónur (30.000 minus 45,8% í skatti, AM- og ALS-gjaldi)
Spurningar?