Fyri at fáa barsilspengar skalt tú:
- búgva og hava fulla skattskyldu í Føroyum,
- vera um barnið í farloyvistíðini,
- hava havt A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvið byrjar.
Barsilspengar gera tað fíggjarliga møguligt hjá foreldrum at vera um barnið ta fyrstu tíðina. Her sært tú treytirnar fyri at fáa barsilspengar, hvussu nógv tú kanst fáa, og hvussu tú søkir.
Fyri at fáa barsilspengar skalt tú:
Støddin á barsilspengunum veldst um, hvat tú hevur havt í inntøku frammanundan. Tó kanst tú ikki fáa meira enn 31.923 krónur um mánaðin (frá 1. januar 2026).
Eftirløn verður løgd afturat, og frítíðarløn verður drigin frá.
Barsilspengarnir verða fluttir á kontu eina ferð um mánaðin afturút, vanliga áðrenn mánaðarskiftið.
Reglurnar um farloyvistíðina, tað er hvussu leingi tú kanst fáa barsilspengar, eru ymiskar og kunnu broytast eftir støðu, til dømis við føðing, ættleiðing, fleirburum, innlegging og øðrum serligum viðurskiftum.
Reglurnar eru lýstar á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini undir mammur, pápar og sammøður.
Tú søkir um barsilspengar við at senda eina umsókn til Barsilsskipanina. Tú finnur hana á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini undir oyðubløð.
Umsóknarfreistin er eitt ár eftir, at barnið er føtt ella ættleitt.
Tú hevur B-inntøku, um tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakari við B-inntøku ella hevur inntøku frá FAS.
Tryggingin kostar 3.000 krónur um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í minst eitt ár, áðrenn tú kanst fáa útgjald.
Tú teknar tryggingina við at senda Barsilsskipanini eina umsókn. Heinta umsóknina og lesa meira um tryggingina á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini undir Trygging.
Les meira um teg og barsilspengar undir leinkjum: Barsilspengar | Vinna.
Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.