Lurta

Barsilspengar

Við barsilspengum frá Barsilsskipanini er fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins.

Soleiðis søkir man um barsilspengar

Man søkir um barsilspengar við at senda Barsilsskipanini eina umsókn. Umsóknarblað er at finna á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini, www.barsil.fo.

Gev gætur, at umsóknin skal vera inni í seinasta lagi 1 ár eftir barnsburð/ættleiðing.

Treytir

Fyri at fáa barsilspengar, skal man:

  • hava fastan bústað í Føroyum,
  • hava fulla skattskyldu í Føroyum,
  • vera um barnið í farloyvistíðini,
  • hava havt A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn farloyvið byrjar.
Útgjald og útgjaldstíð

Útgjald

Støddin á útgjaldinum veldst um inntøkuna, ið man hevur havt frammanundan, men fer ikki upp um 31.080 krónur um mánaðin. Eftirløn verður løgd afturat, frítíðarløn verður tikin burturav.

Útgjaldið verður flutt á kontu mánaðarliga afturút, vanliga áðrenn mánaðarskiftið. Síggj útgjaldsdagar av barsilspengum í TAKS-kalendaranun undir snarslíðum her á síðuni.

Útgjaldstíð

Mamman hevur rætt til barsilspengar, frá tí at 4 vikur eru eftir til metta føðing, ella upp í 8 vikur áðrenn, um lækni mælir til tað. Eftir føðing fáast barsilspengar í 52  vikur. Hesa tíðina eigur mamman 14 og pápin ella sammóðirin 4 vikur, og síðan kunnu foreldrini býta 34 vikur sínámillum.

Vikurnar, sum eru til býtis, kunnu ikki nýtast fyrr enn 14 vikur eftir barnsburð. Til ber ikki at vera í barnsburðarfarloyvi í styttri enn 7 samanhangandi dagar í senn.

Barn, føtt áðrenn viku 32 (børn fødd í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til og við 30. apríl 2025

Verður barnið føtt áðrenn viku 32, hækka vikurnar hjá foreldrunum við 8. Samlaða barnsburðarfarloyvið er tá 60 vikur.

Ov tíðliga fødd (eftir 1. mai 2025)

Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum barnsburðardagin og terminsdagin í viðgonguni eftir umsókn lagdar afturat teimum 34 vikunum, foreldur kunnu býta sínámillum.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Innleggingar (eftir 1. mai 2025)
Um mamman ella barnið verða innløgd á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð, ella barn verður innlagt tær fyrstu 56 vikurnar eftir ættleiðing, kann barsilsfarloyvið eftir umsókn verða longt soleiðis, at tær vikur mamman ella barnið eru innløgd, verða lagdar afturat teimum 34 vikunum foreldur kunnu býta sínámillum. 

Um mamman verður innløgd á sjúkrahús, kann farloyvið bert leingjast, um mamman er innløgd vegna fylgjur av barnsburði ella um barnið má innleggjast við henni.

Barsilsfarloyvið skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans (bert galdandi fyri innleggingar eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025 og til ávikavist 52 vikur eftir barnsburð ella 56 vikur eftir ættleiðing).

Fleirburar

Er talan um fleirburar, hækka vikurnar hjá foreldrunum við 4. Samlaða barnsburðarfarloyvið er tá 56 vikur.

Eftir 1. mai 2025 hevur faðirin ella sammóðirin rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum. Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, samstundis sum mamman er í barsilsfarloyvi og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð.

Ættleiðing

Foreldur, ið ættleiða barn, hava rætt til barsilspengar í til samans 52 vikur eftir móttøku av barninum. Harafturat hava tey bæði rætt til barsilspengar í upp til 4 vikur áðrenn móttøku av barni. Treytin er, at tey eru uttanlands eftir barninum hetta tíðarskeið. Eftir 1. mai 2025 kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 8 vikur.

Foreldur, sum ættleiða 2 ella fleiri børn í senn, hava rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 48 vikur afturat teimum 8 vikunum (fyri børn móttikin eftir 1. mai 2025).

Fyribils staðseting (eftir 1. mai 2025)

Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá tí umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hevur umsøkjari rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum sum foreldur, ið ættleiða barn.

Um man er singul

Er man singul, hevur man rætt til vikurnar hjá hinum foreldrinum afturat.

Fær man fleirburar ella ættleiðir 2 ella fleiri børn í senn, kann man eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar hitt foreldrið annars hevði fingið (galdandi fyri foreldur, ið fáa børn eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025).

Um barn doyr

Barsilsfarloyvi
Doyr barn í móðurlívi hevur man rætt til barsilsfarloyvi, um lækni váttar, at talan er um barnsburð. Doyr barnið eftir føðing, hevur man rætt til barsilsfarloyvi.

Vikurnar eftir 14. viku kunnu tó bert nýtast av mammuni. Doyr barnið í hesum vikum, heldur barsilstíðin hjá pápanum ella sammóðurini uppat, um tey tá frammanundan hava brúkt sínar fýra vikur.

Verður ikki váttað, at talan er um barnsburð, hevur man ikki rætt til barsilsfarloyvi.

Barsilspengar
Doyr barn í móðurlívi ella í barsilstíðini er týdningarmikið at fráboða barsilsskipanini hetta beinanvegin, so at man ikki kemur í eftirstøðu við at fáa ov nógvar barsilspengar útgoldnar.

Doyr barnið í móðurlívi eftir 22. viku ella í barsilstíðini skal man seta teg í samband við Almannaverkið um møguligt endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, § 25, stk. 5.

Við B-inntøku skal man tekna trygging fyri at fáa útgjald

B-inntøku hevur man, um man er sjálvstøðugt vinnurekandi, løntakari við B-inntøku ella hevur inntøku frá FAS. Tryggingin kostar 3.000 krónur um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í eitt ár, áðrenn man fær útgjald. Tekningarblað kann heintast á heimasíðuni hjá barsilsskipanini.

Arbeiðsgevari?

Vel "Barsilspengar, arbeiðsgevari" undir snarslóðum og les meira um tíni barsilsviðurskifti.

Meira at vita um barsilspengar?

Vitja heimasíðuna hjá Barsilsskipanini, www.barsil.fo.