Ferðastuðulin verður roknaður eftir, um tú ferðast landvegis ella sjóvegis, og um tú brúkar undirsjóvartunlar. Landvegis verður roknað eftir kilometrum, og sjóvegis eftir tali á túrum. Stuðul fæst ikki fyri ferðing loftvegis.
Landvegis ferðing
Stuðul út frá kilometrum í alt pr. dag:
- 30,0 – 49,9 km: 13,50 kr.
- 50,0 – 63,9 km: 20,50 kr.
- 64,0 – 101,9 km: 27,00 kr.
- 102,0 – 123,9 km: 32,50 kr.
- 124,0 – 145,9 km: 38,00 kr.
- 146,0 – 167,9 km: 43,50 kr.
- 168,0 – 189,9 km: 49,00 kr.
- 190,0 – 211,9 km: 54,50 kr.
- 212,0 km og meir: 60,00 kr.
Sjóvegis ferðing
Stuðul pr. túr:
- Suðuroyarleið: 15,90 kr.
- Aðrar sjóleiðir: 7,45 kr.
- Vágatunnil: 7,45 kr.
- Norðoyatunnil: 7,45 kr.
- Sandoyartunnil: 8,45 kr.
- Eysturoyartunnil: 8,45 kr.
Søkjast kann um stuðul fyri í mesta lagi tveir túrar sjóvegis pr. dag.
Eysturoyartunnilin og Brúgvin um Streymin
Kanst tú velja ímillum Eysturoyartunnilin og Brúnna um Streymin til og frá arbeiði, skalt tú søkja fyri ta leið, tú brúkar.
Brúkar tú báðar leiðirnar, skal hvør leið gerast upp fyri seg. Koyrir tú til dømis 200 dagar, helvt um helvt brúgv og tunnil, skalt tú søkja um 100 dagar fyri hvørja leið.