Gjaldið er ásett í heilsutrygdarlógini og er 175 krónur um mánaðin pluss 0,7 prosent av skattskyldigu inntøkuni.
Heilsutrygd
Heilsutrygd er ein almenn tryggingarskipan, sum er við til at rinda fyri tær tænastur, sum heilsuverkið veitir okkum.
Øll, sum eru fylt 18 og búgva í Føroyum, rinda fyri heilsutrygd
Gjaldið verður kravt inn upp á tveir mátar
- Hevur tú a-inntøku, fer tað sjálvvirkandi av lønini, áðrenn hon kemur á kontu.
- Hevur tú ikki a-inntøku, ella er hon lítil, fært tú rokning frá TAKS annanhvønn mánað.
Ert tú í bólki 2, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda títt heilsutrygdargjald sjálvvirkandi. Vel "Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú gert.
Frítøka frá heilsutrygd
Arbeiðir tú í øðrum norðurlandi og rindar heilsutrygdargjald har, kanst tú søkja um frítøku frá at rinda føroyska gjaldið. Tá skalt tú búgva í Føroyum og:
- ikki hava týðandi virksemi her,
- ikki hava fleiri arbeiðsgevarar í øðrum norðurlandi,
- ikki arbeiða í skiftandi londum.
Søk um frítøku á Vanganum
- Rita inn
- Vel Sjálvgreiðslur > Stuðul og útreiðslur
- Vel Heilsutrygd > Heilsutrygdargjald - Frítøka
Endurgjald fyri heilsutrygd
Hevur tú rindað heilsutrygdargjald bæði í Føroyum og í øðrum norðurlandi í tíðarskeiðnum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023, kanst tú søkja um at fáa føroyska gjaldið endurgoldið. Hetta er sambært løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi, sum varð samtykt 7. mai 2025.
Søk á Borgaraglugganum
- Rita inn
- Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi
- Fyll út og send
Síðsta freist er 31. desember 2025
Gev gætur, at verður søkt um endurgjald fyri seinni ár enn 2023, skal ikki søkjast á Borgaraglugganum uttan beinleiðis frá Heilsutrygd. Fá meira at vita á www.heilsutrygd.fo.