Stuðul til dupult húsarhald
Stuðul til dupult húsarhald er peningaligur stuðul, ið verður veittur persóni, sum av arbeiðsávum hevur tveir bústaðir.
Treytir fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald
Fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald skalt tú:
- vera gift/ur ella hava verið í føstum samlívi eitt longri tíðarskeið
- vera búsitandi í Føroyum
- av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald í Føroyum
Soleiðis verður roknað
Mánaðarligi stuðulin fyri leigu av øðrum bústaði er 488,00 kr., og dagligi stuðulin fyri eykaútreiðslur til kost er 20,50 kr. um dagin. Er talan um stuðul í eitt ár, verður roknað soleiðis:
12 mánaðir x kr. 488,00 = kr. 5.856,00
220 dagar x kr. 20,50 = kr. 4.510,00
Til samans verður stuðul veittur á kr. 10.366,00.
Stuðul til dupult húsarhald verður útgoldin hvønn fríggjadag.
Soleiðis søkir tú um stuðul til dupult húsarhald
Send TAKS eina umsókn talgilt ella manuelt:
- Talgilt: Finn umsóknina á Borgaraglugganum ella á Vanganum, fyll út og send. Les meira um Borgaragluggan og Vangan undir snarslóðum og síggj, hvussu tú fært atgongd.
- Manuelt: Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni, fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til taks@taks.fo.