Skriva út

Trygdargrunnurin

Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir, vanliga bara nevndur Trygdargrunnurin, er grunnur, sum allir arbeiðsgevarar í Føroyum rinda í, og sum kann veita tær sum starvsfólki løn, sum tú eigur til góðar, um arbeiðspláss títt fer á húsagang. Gev gætur, at hesin trygdargrunnur skal ikki blandast við Trygdargrunn Fiskivinnunnar, ið hevur aðrar uppgávur og verður umsitin av øðrum stovni.

Treytir fyri at fáa útgjald úr Trygdargrunninum

Fyri at fáa útgjald úr Trygdargrunninum skulu hesi viðurskifti vera upp á pláss:

  • tú skalt boða grunninum frá kravinum,
  • tú skalt kunna prógva kravið,
  • tú skalt hava forvunnið lønina seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin,
  • arbeiðsgevarin skal ikki sjálvur vera førur fyri at rinda lønina.
Hvussu stórt er útgjaldið úr Trygdargrunninum?

Trygdargrunnurin kann rinda løn, sum er forvunnin seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin, tó í mesta lagi kr. 60.000. Harumframt kann grunnurin rinda frítíðarløn, sum er vunnin seinastu seks mánaðirnar áðrenn freistdagin.

Freistdagurin verður ásettur frá máli til mál. Ofta er tað dagurin, tá ið fyritøkan fer á húsagang, aðrar tíðir tá ið hon fer í gjaldsteðg ella verður avtikin.

Soleiðis søkir tú um útgjald úr Trygdargrunninum

Sum lønmóttakari skalt tú sjálvur senda Trygdargrunninum umsókn um løn, sum tú eigur til góðar. Tú fært ikki lønina sjálvvirkandi. Umsóknin skal vera móttikin í seinasta lagi fýra vikur eftir freistdagin.

Tú finnur umsóknina undir oyðubløðum. Í skjalinum er eisini vegleiðing um, hvussu hon verður útfylt. Minst til at leggja prógv fyri lønarkravinum saman við umsóknini, t.d. tímaseðlar, lønarseðlar ella tílíkt.

Send við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.