Lurta

Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir

Trygdargrunnurin fyri avreiðingar og lønir kann tryggja løntakarum og bátaeigarum krøv, tá arbeiðsgevarin ella fiskavirkið ikki kann gjalda.

Útgjøld

Grunnurin kann veita útgjøld fyri løn, frítíðarløn og avreiðing.

  • Løn: Mesta upphædd er 60.000 krónur. Lønin skal vera forvunnin seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin.

  • Frítíðarløn: Full upphædd verður veitt. Frítíðarlønin skal vera forvunnin seinastu seks mánaðirnar áðrenn freistdagin.

  • Avreiðing: Mesta upphædd er 50% av avrokningini. Avreiðingin skal vera gjørd seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin.

Treytir

Fyri at fáa útgjald úr grunninum skal arbeiðsgevarin ella fiskavirkið ikki kunna halda gjaldsskyldu sína. Orsøkin skal vera fíggjartrot, uppathald við vantandi gjaldføri ella at arbeiðsgevarin er deyður og búgvið tikið til skiftiviðgerðar.

Harumframt galda hesi treytir:

  • Kravið skal sendast grunninum við eini umsókn. Tað verður ikki avgreitt sjálvvirkandi.
  • Kravið skal kunna skjalprógvast. Hjá løntakarum eitt nú við setanarsáttmála, uppsagnarbrævi og akkorduppgerð. Hjá bátaeigarum eitt nú við vektarseðli fyri avreiddan fisk.
  • Umsóknin skal vera móttikin í seinasta lagi fýra vikur eftir freistdagin.
Freistdagar

Freistdagar liggja til grund fyri tíðarfreistum, og hvussu útgjøld verða roknað. Teir verða ásettir eftir slagi av máli:

  • Fíggjartrot: freistdagurin er dagurin, tá áheitanin um fíggjartrot verður staðfest
  • Skiftiviðgerð: freistdagurin er dagurin, tá proklama verður kunngjørd
  • Uppathald: freistdagurin er dagurin, sum grunnurin ásetir
Umsóknir

Fyri at fáa útgjald úr grunninum, skalt tú senda eina umsókn.

Soleiðis gert tú

  • Heinta "Umsókn um útgjald úr Trygdargrunninum" undir oyðubløðum her á síðuni.
  • Fyll út og viðfest viðkomandi skjalprógv.
  • Send umsóknina:
    • við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella
    • við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn

Niðast í umsóknini er vegleiðing um, hvussu tú fyllir hana út.

Umsóknin skal vera móttikin í seinasta lagi fýra vikur eftir freistdagin

Sendir tú við vanligum brævi, kunnu fimm dagar ganga, áðrenn brævið kemur fram, so send í góðari tíð.

Spurningar?

Vit vegleiða fegin

  • Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12 ella skriva til taks@taks.fo.
  • Tú kanst eisini bíleggja eitt svar, og vit ringja teg upp aftur, tá tú hevur tíð.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.