Skriva út

Vinnusjúkugrunnurin

Vinnusjúkugrunnurin er grunnur, sum letur teimum endurgjald, ið fáa varandi mein ella missa arbeiðsførleikan av starvi sínum, og sum aðramáta lúka treytir grunsins. Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur avgerðir í málum um vinnusjúkur. TAKS hevur dagligu umsitingina um hendi.

Hvat er ein vinnusjúka?

Ein vinnusjúka er sjúka, sum stendst av, at ein er ella hevur verið fyri skaðiligum árini í arbeiðshøpi. Afturímóti arbeiðsvanlukkum, sum henda brádliga, so merkjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn langt eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini vera sjúkur, sum raka børn í móðurlívi orsakað av skaðiligum arbeiðsárinum á mammuna.

Vinnusjúkur kunnu til dømis stava frá arbeiði, har ein lyftir tungt, har nógvur gangur er, har ein arbeiðir við vandamiklum evnum ella hevur nógvar einsháttaðar og endurtakandi rørslur. Dømi um vinnusjúkur kunnu vera astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn, kronisk pína í beinagrind o.a.

Síggj allar vinnusjúkur í vinnusjúkuskránni

Heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av, um talan er um vinnusjúku

Avgerðin verður tikin, um læknaligar og tøkniligar royndir hava víst, at sjúkan sannlíkast stavar frá skaðiligum arbeiðsárinum og ikki av øðrum viðurskiftum.

Er sjúkan ikki nevnd í vinnusjúkuskránni, kann hon kortini verða viðurkend, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir, at sjúkan sambært nýggjastu læknafakligu vitanini lýkur krøvini um vinnusjúku, ella um sjúkan heilt ella fyri tað mesta má verða hildin at stava frá viðurskiftum í sambandi við arbeiði.

Hvør hevur skyldu til at boða frá vinnusjúku?

Tað er arbeiðsgevari tín, sum hevur fráboðanarskylduna. Fráboðanarfreistin er 9 yrkadagar eftir, at arbeiðsgevarin kemur eftir, at sjúkan kann stava frá arbeiði tínum.

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi, liggur fráboðanarskyldan hjá tær. Les tá meira um Vinnusjúkugrunnin undir "Vinna".

Hvussu stórt er endurgjaldið?

Støddin á endurgjaldinum verður ásett eftir meting frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tað kann verða givið fyri varandi mein og fyri mist arbeiðsføri.

Vinnusjúkugrunnurin rindar gjaldið.

Meira at vita um vinnusjúku?

Spyr arbeiðsgevara tín, ella ring til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á telefon 66 44 00 mánadag til fríggjadag frá 9 til 15. Tú kanst eisini senda eitt teldubræv til arb@arb.fo.