Lurta

Heilsutrygd

Heilsutrygd er ein almenn føroysk tryggingarskipan, sum er við til at rinda fyri tær tænastur, sum vit øll fáa frá heilsuverkinum. Skipanin verður umsitin av stovninum Heilsutrygd, og TAKS krevur gjaldið inn.

Øll, sum eru fylt 18 og búgva í Føroyum, rinda fyri heilsutrygd

Gjaldið er ásett í heilsutrygdarlógini og er 175 krónur um mánaðin pluss 0,7 prosent av skattskyldigu inntøkuni.

Gjaldið verður kravt inn upp á tveir mátar
  1. Hevur tú A-inntøku, fer tað sjálvvirkandi av lønini, áðrenn hon kemur á kontu.
  2. Hevur tú ikki A-inntøku, ella er hon lítil, fært tú rokning frá TAKS annanhvønn mánað.

Ert tú í bólki 2, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda títt heilsutrygdargjald sjálvvirkandi. Vel "Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS" undir leinkjum og síggj, hvussu tú gert.

Frítøka frá heilsutrygdargjaldinum

Arbeiðir tú í øðrum norðurlandi og rindar heilsutrygdargjald har,  kanst tú søkja um frítøku frá at rinda føroyska gjaldið. Tá skalt tú búgva í Føroyum og:

  • ikki hava týðandi virksemi her,
  • ikki hava fleiri arbeiðsgevarar í øðrum norðurlandi,
  • ikki arbeiða í skiftandi londum.

 Søk um frítøku á Vanganum

  • Rita inn
  • Vel Sjálvgreiðslur > Stuðul og útreiðslur
  • Vel Heilsutrygd > Heilsutrygdargjald - Frítøka 
Afturrindan av heilsutrygdargjaldi

Rindaði tú heilsutrygdargjald bæði í Føroyum og í øðrum norðurlandi í tíðarskeiðnum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023, kundi tú fram til 31. desember 2025 søkja um at fáa føroyska gjaldið afturrindað.

Farið er um freistina, og søkjast kann tí ikki longur um hesa afturrindan.