Skriva út

Heilsutrygd

Heilsutrygd er ein felagstrygging, sum er við til at rinda fyri tænastur, ið heilsuverkið veitir okkum.

Hvør rindar til Heilsutrygd, og hvussu nógv?

Øll, sum eru fylt 18 ár og sum búgva í Føroyum, skulu rinda til Heilsutrygd.

Frá 1. januar 2021 er gjaldið sett til 175 krónur um mánaðin umframt 0,70 prosent av skattskyldigu inntøkuni.

Soleiðis verður gjaldið til Heilsutrygd kravt inn

Gjaldið til Heilstrygd verður kravt inn upp á tveir mátar:

  1. Hevur tú A-inntøku, verður gjaldið tikið sjálvvirkandi av løn tíni, áðrenn hon kemur á kontu.
  2. Hevur tú ikki A-inntøku, ella er hon minni enn eitt vist, fært tú rokning sendandi frá TAKS annanhvønn mánað.

Hoyrir tú til bólk 2, kanst tú stovna eina gjaldsavtalu. Tað lættir um, tí tá verður títt heilsutrygdargjald flutt sjálvvirkandi av kontu tíni. Klikk á "Vegleiðing at stovna gjaldsavtalur" undir snarslóðum og les meira um hetta.