Skriva út

Rentustuðul til bústaðarlán

Rentustuðul til bústaðarlán er peningaligur stuðul, sum samfelagið letur húsaeigarum til at gjalda rentur av lánum, sum teir taka í sambandi við bústað sín.

Søk á Vanganum ella á pappíri

Á Vanganum

  1. Rita inn og vel Tænastuveitarar > TAKS > Rentustuðul til bústaðarlán
  2. Fyll út og send inn

Hevur tú ikki roynt Vangan, les um hann.

Á pappíri

  1. Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni
  2. Fyll út og send inn við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til taks@taks.fo.

Gev gætur, at søkir tú um stuðul til at byggja egnan bústað, skal kontuavrit av láninum sendast saman við umsóknini.

Treytir

Fyri at fáa rentustuðul til bústaðarlán skalt tú:

  • taka lán til egnan bústað í Føroyum,
  • standa sum lántakari av láninum,
  • búgva á matrikkulnumrinum, sum tú nýtir lánið til,
  • standa sum tinglýstur eigari av matrikkulnumrinum,
  • vera fult skattskyldigur í Føroyum.

Tað er harumframt ein treyt, at lánið skal nýtast til keyp, umbygging ella viðlíkahald av bústaði, heruppií eru køkur og baðirúm.

Gev gætur, at hvør persónur kann bert fáa stuðul til ein bústað. Við bústað meinast staðið, har ein hevur størsta persónliga og fíggjarliga tilknýti. Gev eisini gætur, at stuðul verður bert latin einum persóni pr. matrikkul, sama um ein ella fleiri eiga matrikkulin.

Støddin á stuðlinum

Rentustuðulin til bústaðarlán er 35%, tó í mesta lagi 35.000 kr. um árið.

Hvussu og nær verður stuðulin útgoldin?

Stuðulin verður settur á kontu tína seinasta arbeiðsdag í mánaðinum. Byggir tú egnan bústað, verður stuðulin goldin, frá tí at bústaðurin stendur liðugur og umsøkjarin er innfluttur. Stuðul kann fáast afturvirkandi í tvey ár frá innflytingardegnum.

Gev gætur, at rentustuðul verður bert veittur til ein bústað í senn. Hetta er eisini galdandi fyri sambúgvandi persónar, sama um annar ella báðir eiga bústaðin.

Tá ið ein tekur lán frá útlendskum lánveitara

Tekur tú lán frá útlendskum lánveitara, skalt tú hvørt ár í januar senda TAKS upplýsingar um metta rentu fyri árið. Við árslok sendir tú yvirlit yvir rentuna, soleiðis sum hon vísti seg at blíva. Verða upplýsingarnar um metta rentu ikki sendar hvørt ár í januar, verður rentustuðulin steðgaður.

Tá ið ein er DIS’ari

Siglir tú undir DIS-skipanini og vilt hava rentustuðul til bústaðarlán, skalt tú hvørt ár senda inn váttan frá Udligningskontoret, at tú ikki fært endurgjald fyri renturnar á annan hátt. Verður henda váttan ikki send inn, verður rentustuðulin steðgaður.

Fært tú rentustuðul, og eftirsíðan fer undir DIS-skipanina at sigla, steðgar stuðulin frá skrásetingardegnum. Fyri at varðveita stuðulin, skalt tú senda inn nevndu váttan frá Udligningskontoret.

Sum DIS’ari søkir tú annars um rentustuðul og fært hann útgoldnan á sama hátt sum tey, ið taka lán frá útlendskum lánveitara.

Tá ein hevur bústaðarskyldu

Frá 1. januar 2018 kanst tú, um tú av arbeiðsávum hevur bústaðarskyldu, søkja um rentustuðul til egnan bústað, hóast tú ikki býrt í bústaðnum. Hetta er tó treytað av, at tú ikki leigar bústaðin út.

Við bústaðarskyldu av arbeiðsávum er at skilja bústaðarskylda, sum tær er álagt at fylgja, og tú tí ikki kanst velja frá.

TAKS skal hava boð um allar broytingar

Verða broytingar gjørdar á lánið, bústaðin og/ella ognarviðurskiftini, skal TAKS hava boð um hetta. Til tess nýtir ein umsóknarblaðið “Umsóknarblað til Rentustuðul til bústaðarlán” eins og tá ein søkti um lánið av fyrstantíð.

Verður ikki boðað frá, kann rentustuðulin verða steðgaður.