Lurta

300 krónu-reglan

Ein sending er tollfrí, um samlaða virðið – við frakt og trygging – er maks 300 krónur. 

Hvat er ein sending?

Ein sending er ein samlað eind av vørum, sum ein handil sendir til tín í einum og sama flutningi.

Ein sending kann innihalda fleiri vørur, og tað er samlaða virðið – við frakt og trygging – sum avger, um tú skalt rinda toll ella ikki.

Dømi: Keypir tú fýra vørur, sum kosta 100 krónur hvør, og tær verða sendar saman í einari sending, er samlaða virðið 400 krónur, og tú skalt rinda toll.

Samanumtikið: Tað er ikki prísurin á hvørjari vøru sær, men samlaða virðið á allari sendingini, sum er avgerandi.

Undantøk frá 300 krónu-regluni

300 krónu-reglan er ikki galdandi fyri vøru, sum krevur serligt loyvi til innflutning – til dømis vápn, heilivág, rúsdrekka og fýrverk.

Hon er heldur ikki galdandi fyri vøru, sum er avgjaldsskyldig sambært løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi – eitt nú leskidrykk, mjólkarúrdrátt og góðgæti.

Sí øll undantøk í frumskjali 1 og frumskjali 3 til toll- og vøruskránna.